Í ólavsøkurøðu løgmans varð nógv tosað um samanhald millum ættarliðini og um eitt samfelag, har øll skulu hava virðilig kor. Men tá ítøkiligu átøkini verða samanborin, er ilt at síggja, at fyritíðarpensjónistar hava fingið somu politisku raðfesting sum aðrir bólkar.
Í ólavsøkurøðuni vórðu fleiri greið og ítøkilig lyfti givin barnafamiljum. Tær skulu fáa ein skattafrían barnakekk á 20.000 krónur, tá ið eitt barn verður føtt. Barnafrádrátturin skal hækka stigvíst. Hámarkið fyri barsilspening skal eftir ætlan hækka úr 31.922 krónum upp í 60.000 krónur um mánaðin. Barsilsskipanin skal gerast smidligari, og foreldur skulu fáa umsorganardagar við útgjaldi úr Barsilsskipanini.
Hetta eru ítøkilig átøk við upphæddum, endamálum og greiðum fyrimunum.
Tað er gott, at barnafamiljur verða raðfestar. Høgir prísir og vaksandi livikostnaður raka barnafamiljur meint, og eingin eigur at seta seg ímóti, at korini hjá teimum verða bøtt.
Men hví verður ikki víst sama ítøkiliga politiska áræði, tá ið tað snýr seg um fyritíðarpensjónistar?
Sambært Almannaverkinum fingu 2.005 fólk fyritíðarpensjón í 2024. Fyritíðarpensjón er ætlað fólki, sum vegna varandi avlamni ikki eru før fyri at starvast á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Fyritíðarpensjónin liggur um 15.000 kr. og er lítið og einki hækkað seinastu nógvu árini.
Tey, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, eru mett at hava einki ella lítið og einki arbeiðsføri. Vegleiðandi verður arbeiðsførið mett til í mesta lagi fimm tímar um vikuna. Tað sigur seg sjálvt, at størv við so fáum og samstundis serliga tillagaðum arbeiðstímum næstan ikki finnast á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Tí er tað misvísandi at tosa um hendan bólkin, sum um hann bara kann arbeiða meira og á tann hátt bøta um sína fíggjarligu støðu. Hesi fólk hava fingið eina fakliga og fyrisitingarliga meting, sum staðfestir, at arbeiðsførið er burtur ella nærum burtur.
Fyritíðarpensjónistar hava kortini somu grundleggjandi tørvir sum øll onnur. Vit skulu hava mat, klæði og hita. Vit skulu til lækna, viðgerð og endurvenjing. Vit skulu kunna vitja familju og vinir, fara til tiltøk og vera ein virkin partur av samfelagnum. Her røkka 15.000 kr. ikki langt.
Hjá nógvum fyritíðarpensjónistum er bilurin ikki luksus, men ein neyðug fortreyt fyri frælsi og lívsgóðsku.
Almenn ferðsla røkkur ikki allastaðni og passar ikki altíð til viðtalur, viðgerð, arbeiðsroyndir ella sosial tiltøk. Summi megna vegna sjúku ella brek heldur ikki at ganga langt, standa og bíða ella skifta millum bussar. Uttan bil kunnu vit gerast bundin at heiminum og øðrum fólkum.
Avleiðingin kann vera einsemi og sosial avbyrging. Tað kann aftur gera bæði likamliga og sálarliga heilsu verri. Verri heilsa kostar aftur samfelagnum stórar upphæddir.
Í ólavsøkurøðuni varð nevnt eitt komandi uppskot um stuðul til bilkeyp hjá fólki við varandi skerdum arbeiðsføri. Tað er eitt stig rætta vegin. Men uppskotið skal sambært frágreiðingini ikki leggjast fyri Løgtingið fyrr enn á vári 2027. Vit vita heldur ikki, hvør fær rætt til stuðulin, hvussu stórur hann verður, ella um skipanin fer at fevna um vanliga tørvin á flutningi og sosialari luttøku.
Fyritíðarpensjónistar hava ikki bert tørv á einum serútgjørdum bili vegna likamligt brek. Ein persónur við álvarsligari sálarligari sjúku, kroniskari pínu, møði ella øðrum varandi avmarkingum kann hava eins stóran tørv á egnum flutningsmøguleika fyri at varðveita sjálvbjargni og sosialt lív.
Høvuðslyftið til fyritíðarpensjónistar er annars, at tey, sum seinni fara yvir á fólkapensjón og ikki hava egna pensjónsuppsparing, skulu fáa eina serliga eftirlønarviðbót. Men eingin upphædd verður nevnd. Vit fáa ikki at vita, hvussu stór hjálpin verður, hvør nágreiniliga fær hana, ella um hon veruliga fer at bøta um fíggjarligu korini.
Hetta hjálpir heldur ikki fyritíðarpensjónistinum, sum í dag stríðist við at fáa pengarnar at røkka til mánaðarlok.
Eitt annað uppskot í samgonguskjalinum er, at fyritíðarpensjónistar skulu kunna fáa sína egnu eftirlønarsamansparing útgoldna fyrr. Hetta er nú samtykt. Men tað er ikki ein nýggj almenn veiting. Tað er atgongd til egnar pengar – og nógv hava lítla ella onga uppsparing at taka av.
Samanberingin er tí eyðsýnd: Barnafamiljur fáa lyfti um ein skattafrían kekk á 20.000 krónur, hægri barnafrádrátt, umsorganardagar og munandi hægri barsilspening. Fyritíðarpensjónistar fáa eitt óásett lyfti um eina viðbót, tá ið tey einaferð gerast fólkapensjónistar, møguleika at brúka sína egnu uppsparing fyrr og eitt bilstuðulsuppskot, sum kemur seinni og enn er ógreitt.
Er hetta veruliga javnvág og samanhald?
Hetta er ikki ein áheitan um at taka nakað frá barnafamiljunum. Tvørturímóti eiga vit at hava ein sterkan familjupolitikk. Men eitt ríkt vælferðarsamfelag má eisini tryggja teimum virðilig kor, sum ikki kunnu arbeiða seg til eina hægri inntøku.
Landsstýrið eigur tí beinanvegin at leggja tøl og tíðarætlanir á borðið:
Hvussu nógv verður fyritíðarpensjónin hækkað? Hvussu stór verður eftirlønarviðbótin? Hvør fær stuðul til bil, og nær verður skipanin sett í verk? Hvussu verður tryggjað, at bilstuðulin eisini tekur atlit til sjálvbjargni, sosialt lív og fyribyrging av einsemi? Hvørji onnur átøk verða framd at bøta um støðuna hjá fyritíðarpensjónistum?
Vit mugu krevja, at landsstýrið gevur greið svar og leggur ítøkilig uppskot fyri Løgtingið nú. Feløg, avvarðandi, fyritíðarpensjónistar og allir politiskir flokkar eiga at standa saman um kravið um eina veruliga raðfesting.
Fyritíðarpensjónistar hava bíðað nóg leingi. Vit kunnu ikki liva av framtíðarlyftum, og vit kunnu ikki bíða til 2027 eftir møguleikanum at liva eitt sjálvstøðugt og sosialt lív.
Tíðin til føgur orð er farin. Nú krevjast ítøkiligar gerðir. Hesar eiga at síggjast aftur, nú fíggjarlógin verður løgd fram.
Fyritíðarpensjónistar kunnu ikki bíða longur.
Heidi Egilsnes Hammer
Maria Jacobsen