Ongi úrslit

Bensin og diesel verður nú mvg frítt: Mugu fylgja við at oljufeløgini lækka prísin

Áki Bertholdsen
15. mai kl. 11:40

Løgtingið fer nú at samtykkja, at bensin og diesel verður mvg frítt í tveir og ein hálvan mánað, til 31. juli.

Men Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn heitir staðiliga á Landsstýrið um at fylgja við, at oljufeløgini eisini lækka prísin tilsvarandi.

Sjálvur hevur hann ikki ordiliga álit á, at oljufeløgini fara at lækka prísin tilsvarandi, men at tey hinvegin fara brúka høvið at fáa sær ein eyka vinning, so at prísurin ikki verður lækkaður so nógv hann eigur.

Tað merkir, at tað verða ikki brúkararnir, sum fáa ágóðan av at tað verður mvg frítt, men at oljufeløgini fara at fáa ein eyka vinning.

Tí heitir hann staðiliga á Landsstýrið um at fylgja við prísgongdini á diesel og bensini.

Hann er ikki vísur í, at vit hava fulla kapping á hesum øki, tí tað eru bara tvey oljufeløg, sum selja diesel og bensin og undir slíkum umstøðum er freistandi at hugsa, at eingin kapping er í roynd og veru.  

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur sama iva. Hann vísir á, at Landskassin hevur gjørt el-bilar mvg fríar, ella partvís mvg fríar.

Men hann ivast í um tað eru tey, sum keypa el-bil, sum fáa ágóðan av hesum, tí vinningurin hjá bilasølum av at selja el-bilar, er sera høgur.

Hann sigur, at sami vandi er á ferð, nú frukt, grønmeti og blæur eru mvg-frítt, men eingin hevur nakran møguleika at fylgja við um hetta kemur brúkarunum til góðar, ella endar sum eyka vinningurin hjá handlunum.

– Tað er eingin vissa fyri, at tað verður bíligari, segði hann.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Í gjár kl. 08:30