Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum, stutt sunnan fyri tunnilsmunnan á Kollafjarðartunlinum.
Óhappið hendi tá ið ein bilur fór út av, og hann fekk stóran skaða. Tvey fólk vóru í bilinum og førarin slapp út, men hin hurðin frammanfyri fekst ikki upp, so tað tók eina góða løtu at fáa ferðafólkið úr bilinum. Men tað eydnaðist eisini at fáa tað út ígjøgnum hurðina førarumegin.
Løgreglan veit ikki, hví hann fór út av. Sjúkrabilar komu á staðið og koyrdi fólkini á Landssjúkrahúsinum, men tey høvdu bara fingið smásnuddir.
Í Klaksvík fekk ein parkeraður bilur skaða, men løgreglan veit ikki hví og í Klaksvík er forrúturin á einum øðrum bili brotin. Tey vita heldur ikki hvør, hví og hvussu í tí málinum.
Og í Klaksvík varð eisini ein bilførari tikin mitt í nátt og hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Annars varð ringt til løgregluna fleiri ferðir í gjár og í nátt um bilar, sum stóðu so illa parkeraðir í Klaksvík, at tað forðaði fyri øðrum bilum.
Tað er ikki altíð, at fólk hugsa seg so væl um tá ið tey parkera bilin, sigur løgreglam.