Ongi úrslit

Bjart vikuskifti í Fuglafirði

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Í Fuglafirði verður ymiskt gjørt burturúr hetta vikuskiftið, tá jólatrøini verða tendrað, og allar jólaperurnar í býnum lýsa. Hetta hugnaliga vikuskifti verður kallað Ljós í advent í Fuglafirði, tí jólatrøini verða tendrað fyrsta sunnudag í advent. 


Í ár fellur Bjartur fríggjadagur sama vikuskifti, so hetta verður av sonnum eitt Bjart vikuskifti. Á vetri eru dagarnir so stuttir og myrkir, at tað ræður um at varpa ljós á tað, sum er ljóst, heldur enn á tað, sum er svart. Tí verður Black Friday nevndur Bjartur fríggjadagur í Fuglafirði.


Góðu handlarnir, sum liggja sum perlur á rað eftir høvuðsvegnum, hava ymisk bjørt tilboð bæði fríggjadag og leygardag, og gott pláss er at parkera bilarnar við Mentanarhúsið. 


Í Ribarhúsi er hugnaligi og jólaligi heimavirkishandilin, Piddasahandil, opin fríggjadag, leygardag og sunnudag. Í gallarínum er ein framsýning við Elin Larsen og Daniu Lava, og hugnaliga kaffistovan hevur m.a. køkur frá Mariettu. 


Restaurant Muntra er opin hvønn dag kl. 12 - 20, og her er ein nýggj jólamatskrá at finna.


Jólatrøini í kommununi verða tendrað sunnudagin 29. nov.:

Kl. 15 á Hellunum við Bønhúsið

Kl. 16.30 á torginum á Kambsdali og

Kl. 17 á torginum við Mentanarhúsið


Fuglafjarðar hornorkestur fjálgar um løtuna, Helen á Lakjuni heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum. Inni í Mentanarhúsinum er jólatombola og ein hugnalig jólakafé. 


Les meira um Bjarta fríggjadagin og Ljós í advent á whatson.fo ella á facebook. Eisini ber til at finna pdf fílu við Desemberkalendaranum á fuglafjordur.fo, sum fevnir um tiltøk frá endanum av november og allan desember.


Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00

Hava staðfest hvar eldurin kyknaði á Mest á Skála

22. november kl. 09:28