Føroyska Bjørt Óladóttir Joensen hevur saman við starvsfelaganum Christian Bach Lundgaard vunnið The Bright Idea Early-Stage Award 2026 fyri eina nýggja tøkniliga loysn, sum kann fáa stóran týdning fyri evnafrøðiliga framleiðslu.
Virðislønin er 250.000 danskar krónur. Sambært dómsnevndini hevur hugskotið so stórar vinnuligar møguleikar, at tað kann leggja grund undir eina nýggja fyritøku, sum kann fáa eina sterka altjóða støðu.
Bjørt Óladóttir Joensen er granskari á Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Virðislønin varð handað á Digital Tech Summit í Øksnehallen í Keypmannahavn 4. november.
Nýggj tøkni kann gera framleiðsluna bíligari
Bjørt Óladóttir Joensen og Christian Bach Lundgaard hava ment hugskotið Nobracat Isotopes, sum snýr seg um at framleiða serlig evnafrøðilig evni bíligari og á ein meira umhvørvisvinarligan hátt.
Talan er um sokallað deutererað evni, har vanligt vetni er skift út við deuterium, sum er ein tyngri útgáva av vetni.
Hesi evni verða nýtt bæði í vísindaligari gransking og í ídnaðinum.
Í dag er marknaðurin merktur av høgum prísum, ov lítlum útboði og longum veitingartíðum. Nýggja tøknin kann bøta munandi um hesar trupulleikar.
Kann leggja grund undir nýggja fyritøku
Dómsnevndin metir, at hugskotið hevur stórar vinnuligar møguleikar og kann gerast grundarlag undir einari nýggjari fyritøku.
Samstundis kann tøknin styrkja altjóða støðu Danmarkar á hesum serliga økinum innan evnafrøði.
Bjørt Óladóttir Joensen og Christian Bach Lundgaard eru bæði VPX Fellows og hava ment hugskotið í hesum sambandi.
Enn ein føroyingur millum finalistarnar
Bjørt Óladóttir Joensen var ikki einsamøll um at umboða Føroyar í kappingini.
Julian Lava var eisini millum finalistarnar til The Bright Idea Early-Stage Award.
Hann var partur av einum granskingartoymi á DTU saman við Katrine Qvortrup, Jan Jakob Holm-Weber og Katrine Maarlev.
Tey høvdu ment verkætlanina Light-Activated Indigo Dyeing for Low Impact Fashion, sum snýr seg um ein meira burðardyggan hátt at lita klæði og aðrar tekstilir við indigo.
Toymið fekk 20.000 danskar krónur sum viðurkenning fyri hugskotið.
Tríggjar høvuðsvirðislønir latnar
The Bright Idea Award verður latin av Otto Mønsteds Fond, sum stuðlar granskarum og íverksetarum í at menna nýggj tøknilig hugskot við vinnuligum møguleikum.
Virðislønirnar vórðu latnar fyri áttandu ferð í ár.
Tvær virðislønir á 250.000 krónur vórðu latnar, umframt eina nýggja Fast-Track-virðisløn á 100.000 krónur.
Hinar báðar virðislønirnar fóru til Nicolai J. Dahl á DTU fyri tøkni, sum kann gera menningina av mikrofløgum skjótari og minni orkukrevjandi, og Asger Wildenschild fyri eina loysn, sum kann minka um orkunýtsluna í køligoymslum.
Endamálið við kappingini er at fáa gransking og nýggj tøknilig hugskot umsett til ítøkiligar loysnir, sum kunnu skapa virði fyri samfelag og vinnulív.