Seks fólk lótu lív, og meira enn tíggju vórðu særd, tá ein vápnaður maður fór at skjóta eftir tilvildarligum fólki á einum fjølbygdum torgi í pólska býnum Kraków leygardagin.
Tá løgreglan seinni rannsakaði húsini hjá álopsmanninum, vórðu trý lík afturat funnin. Talan var um tvær kvinnur og ein mann.
Sambært BBC kanna myndugleikarnir, um álopsmaðurin hevði samband við víðgongdar høgravendar rørslur.
Løgreglan steðgaði álopsmanninum eftir trimum minuttum
Álopið byrjaði stutt fyri klokkan 15 á høvuðstorginum í Kraków, har nógv ferðafólk vanliga savnast.
Maðurin koyrdi inn á torgið og fór at skjóta eftir fólki úr bilinum. Eisini varð skotið eftir einum sporvogni, men eingin ferðandi varð særdur.
Vápnaðir løgreglumenn komu skjótt á staðið og skutu álopsmannin, áðrenn tríggir minuttir vóru gingnir.
Álopsmaðurin, ein 25 ára gamal pólverji, varð handtikin og fluttur á sjúkrahús.
Tilsamans vórðu 16 fólk flutt á sjúkrahús, teirra millum tveir løgreglumenn og álopsmaðurin. Annar løgreglumaðurin varð raktur av trimum skotum og er í lívsvanda.
Illgruni um høgravíðgongda hugsjón
Pólsku myndugleikarnir upplýsa, at álopsmaðurin var í hernaðarlíknandi klæðum og hevði eitt hernaðarvápn.
Ein ráðharri sigur, at fyrstu kanningarnar benda á, at maðurin var ávirkaður av víðgongdum høgravendum hugsjónum.
Forsætisráðharrin Donald Tusk hevur lýst álopið sum yvirgang.
Í Kraków er lýst sorgartíð fram til mikudagin 11. november.