Ongi úrslit

Bókaprátið við Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri og býráðslimur

Jonhild Rasmussen
50 minuttir síðan

1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Eg vil viðmæla bókina, Sára Malena – Seinasta gandakellingin í Føroyum, eftir Sólrun Michelsen.

Eg velji hesa bókina, tí hon rakti meg. Hóast hon lýsir eina aðra tíð og eitt annað samfelag, so kennist hon á nógvar mátar ótrúliga viðkomandi í dag.

Hon snýr seg um nógv meira enn bara lagnuna hjá einari kvinnu. Hon snýr seg eisini um, hvussu vit síggja onnur menniskju, hvussu vit døma tey, sum eru øðrvísi, og hvat kann henda, tá ótti og fordómar sleppa at stýra.

Fyri meg er hetta eisini ein bók um kvinnur og kvinnurættindi. Um tær kvinnurnar, sum ikki bara gjørdu tað, ið væntað varð av teimum, men sum skaraðu framúr, vistu nógv, dugdu nógv ella bara vóru øðrvísi. Og kanska er tað júst tí, at bókin enn er so viðkomandi í dag. Vit hava flutt okkum nógv, men vit eru ikki liðug við javnstøðukjakið – og vit eru heldur ikki liðug við at læra at rúma teimum, sum ikki passa inn í tað, vit halda vera vanligt.

2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Eg varð beinanvegin hugtikin av Sáru Malenu. Tað var okkurt við henni sum persóni, ið gjørdi, at eg fekk umsorgan fyri henni og hevði hug at verja hana. Samstundis gjørdi tað sterkt inntrykk á meg, hvussu eitt heilt samfelag kann venda sær ímóti einum menniskja.

Tað er lætt at hugsa, at fólk bara vóru ónd, men fyri meg vísir bókin eisini, hvussu óndskapur kann vaksa burtur úr ótta, misskiljingum og fordómum.

Tá nóg nógv menniskju trúgva tí sama, kann tað brádliga kennast rætt – eisini tá ið tað sletts ikki er tað. Hetta var akkurát tað eg helt verða bæði áhugavert og ræðandi.

Hvussu lætt er tað ikki bara at fylgja við? Serliga í einum lítlum samfelagi, har nøkur fá hava vald at avgerða, hvat er rætt og skeivt, og hvør hoyrir til og hvør ikki hoyrir til.

Bókin fekk meg at hugsa um, hvussu týdningarmikið tað er, at vit tora at hugsa sjálvi og seta spurnartekin. Bara tí øll siga, at okkurt er rætt, merkir tað ikki, at tað er rætt. Og so fekk hon meg eisini at hugsa um nakað heilt grundleggjandi: at vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum. Vit eru øll partur av hvørjum øðrum og av heiminum rundan um okkum. Tað, sum er øðrvísi, eigur ikki altíð at vekja ótta. Tað kann eisini vera nakað, vit kunnu vera forvitin um og læra av.

3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?

Tað fyrsta, sum veruliga sat eftir í mær, vóru kvinnurættindi.

Eg fekk eina sterka kenslu av, hvussu óhugnaligt tað er sum kvinnur eru viðfarnar gjøgnum søguna – og kanska serliga tær kvinnurnar, sum vóru øðrvísi.

Tær, sum ikki bara lagaðu seg eftir tí, sum varð væntað av teimum. Tær, sum vóru ov klókar, vistu ov nógv, vóru ov sjálvstøðugar, ov vakrar, ov sterkar – ella bara skaraðu framúr.

Í staðin fyri at síggja styrkina í teimum, gjørdi samfelagið tær ofta til ein trupulleika. Tær kundu verða útihýstar, skammaðar og gjørdar til fíggindar. Í ringasta føri vórðu tær píndar og tiknar av døgum.

Tað sum er enn meira ræðandi er, hetta er ikki bara í tátíð. Enn í dag eru kvinnur kring heimin, sum verða kúgaðar, revsaðar, útihýstar og tiknar av døgum, tí tær tora at vera øðrvísi, siga sína hugsan ella liva eitt lív, sum onnur ikki góðtaka.

Sjálvandi eru umstøðurnar ikki tær somu sum hjá Sáru Malenu, men eg haldi kortini, at vit kunnu síggja sama mynstrið: óttan fyri kvinnuni, sum ikki letur seg seta í tann básin, ið onnur hava valt fyri hana.

Tað fekk meg eisini at hugsa um okkum sjálvi. Tí tað er lætt at lesa eina slíka søgu og hugsa: Hvussu kundu tey gera hetta? Hvussu kundu tey bara lata tað henda? Men so má mann eisini tora at spyrja: Hvat gera vit sjálvi í dag, sum komandi ættarlið fara at hyggja aftur á og ikki skilja? Hvørji menniskju døma vit? Og nær fylgja vit bara við, tí øll hini gera tað? Tað er kanska tað, sum sat sterkast eftir í mær.

Harumframt fekk bókin fekk meg eisini at hugsa um týdningin av einum góðum vælferðarsamfelagi. Tað er so ójavnt, hvørja byrjan vit fáa í lívinum. At verða føddur inn í eina familju, har tú ikki fært umsorgan, tryggleika ella hjálp, setur djúp spor eitt heilt lív.

Tí hava vit, sum samfelag, eisini eina ábyrgd av at síggja tey menniskjuni, sum ikki sjálvi hava fingið bestu fortreytirnar. So hóast Sára Malena, fyri meg, fyrst og fremst setti tankar í gongd um kvinnurættindi, feminismu og javnstøðu, so fekk hon meg eisini at hugsa nógv breiðari: um umsorgan, vald, fordómar og um okkara ábyrgd fyri hvørjum øðrum.

4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?

Eg haldi ikki eg kann velja ein ávísan persón út, eg vil viðmæla øllum at lesa hesa bók. Eg hevði viðmælt hana bæði fyri at skilja okkara søgu, men eisini fyri at skilja nakað av tí, sum liggur aftan fyri javnstøðukjakið í dag.

Eg haldi ikki, at Sára Malena gevur okkum eitt einfalt svar upp á alt hetta. Men hon fær okkum at seta spurningarnar. Og fyri meg er tað júst tað, ein góð bók skal gera. Hon skal ikki bara vera liðug, tá tú hevur lisið síðstu síðuna. Hon skal sita eftir í tær. Og tað gjørdi Sára Malena hjá mær.

Høvundur: Sólrún Michelsen
Kápusnið: Anker Eli Mortensen
Bólkur: Skaldsøga
Útgávuár: 2023
Forlag: Sprotin
Síður: 200

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38