Bóndin í Kirkjubø hevur rætt til at taka pengar frá fólki, sum vilja síggja múrin.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.
Fólk eru heldur ikki sloppin fram at kirkjuni og kirkjugarðinum uttan at gjalda.
Herfyri tók makað av orðaskifti seg upp um tí hevur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, spurt landsstýrismannin, hvønn rætt festarar yvirhøvur hava.
Jacob Vestergaard sigur, at festari hevur bæði einkarætt og skyldu til at reka landbúnaðarvinnu á sínum festi, og annars at brúka festið við lutum og lunnindum, sum natúrliga hoyra til landbúnað.
– Virksemið er ikki avmarkað til landbúnaðarvinnu, og tað er tískil mín greiða fatan, at festarar hava einkarætt til, ikki bara at reka landbúnaðarvinnu, men eisini aðra vinnu á sínum festi.
– Hesi rættindini eru kortini í ávísan mun avmarkað av aðrari lóggávu, eitt nú lógini um fuglaveiði, lógini um haruveiði, lógini um náttúruvernd, lógini um burðardygga ferðavinnu, lógini um at friða av fornminni og bygningar, fyri at nevna nakrar, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at eftir lógini um landbúnað er festari at rokna sum eigari og hevur ábyrgd av tí, sum er knýtt at festinum.
– Talan er fyrst og fremst um húsdjór, lendi og bygningar, men í summum førum eru søguligir bygningar, toftir og annar mentanararvur eisini á festinum. Ábyrgdin hjá festaranum fevnir eisini um slíkar bygningar, toftir og mentanararv. Men tann ábyrgdin er eisini avmarkað av lóggávu, eitt nú lógini um at friða fornminni og bygningar.
– Festarin hevur sostatt ikki óavmarkað ræði á hesum, sigur landsstýrismaðurin.
– Er talan um lendi uttangarðs, er greitt eftir girðingarlógini, og ferðavinnulógini, at føroyingar og ferðafólk - eftir ávísum treytum - hava frítt at fara uttangarðs. ––
– Harumframt er ásett, at tað ber ikki til at taka eitt gjald uttan so, at ferðafólkið fær eina tænastu afturfyri.
– Tað er sostatt ikki loyvt at krevja gjald bara fyri at fara í fjøllini.
Men er talan um lendi innangarðs er støðan øðrvísi, tí girðingarlógin staðfestir, at eingin kann vera á lendi innangarðs uttan so, at festarin hevur givið loyvi til tað. Hesin rætturin er kortini eisini avmarkaður av lóggávu, og festarin hevur sostatt ikki óavmarkaðan rætt at avmarka atgongd.
Tað er ikki greitt um hesin rættur at avmarka atgongd eisini fevnir um rættin at taka gjald, sigur Jacob Vestergaard.
Men tað er hansara greiða fatan, at henda avmarking fyri lendi innangarðs merkir, at festarin kann taka gjald fyri lata fólki atgongd, og tískil eisini søguligum bygningum, toftum og mentanar- og náttúruvirðum, sum eru á staðnum.