Í dag, 29. november 2026, fyrsta sunnudag í advent, varð skipað fyri hátíðargudstænastu í Bønhúsinum í Øravík í sambandi við, at 60 ár eru liðin, síðani bønhúsið varð vígt og tikið í nýtslu.
Allir tríggir prestarnir í Suðuroynni, Jákup Erlingsson Petersen, Hanus Pál Jógvansson og Patrick Conway de Neergaard, tóku lut í hátíðargudstænastuni. Eisini Jónsvein Bech, fyrrverandi sóknarprestur í Suðuroynni, var við til hátíðarhaldið.
Umframt ørvingar, ið búgva í bygdini, høvdu fleiri, sum eru uppvaksin í Øravík, men nú búgva aðrastaðni, leitað aftur til heimbygdina henda hátíðardag. Eisini vóru fólk úr øðrum bygdum í Suðuroynni komin til hátíðargudstænastuna.
Talan var um eina sera hugnaliga og hátíðarliga løtu, har prestarnir hugleiddu um farnu tíðina, nútíðina og tann týdning, ið bønhúsið hevur havt og framvegis hevur fyri bygdina og felagsskapin millum bygdafólkið.
Bønhúsið – ein týðandi partur av bygdarsøguni
Bønhúsið í Øravík varð vígt 27. november 1966, sum eisini var fyrsti sunnudagur í advent. Bønhúsið hevur ein serligan sess í føroyskari kirkjusøgu, tí tað var tað fyrsta av sínum slagi, ið varð bygt í Føroyum í nýggjari tíð.
Áðrenn bønhúsið varð bygt, savnaðist bygdafólkið sunnudagar til lestur í gamla skúlanum, sum varð bygdur um 1880.
Tá skúlin varð niðurlagdur og tikin niður í 1964, varð skipað fyri fundi í Ólavstovu 26. juni sama ár, har bygdafólkið saman við prestunum Ejvind Vilhelm og Jóhs. Follend tók stig til at byggja bønhúsið. Tvey ár seinni stóð bønhúsið liðugt.
Í 60 ár hevur bønhúsið verið ein týðandi savningarstaður hjá ørvingum og ein natúrligur partur av andaliga, mentanarliga og sosiala lívinum í bygdini.
Bønhúsið er samstundis eitt gott dømi um, hvat samanhald, eldhugi og felags vilji kunnu skapa í einari lítlari bygd.
Í sambandi við 60 ára hátíðarhaldið handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri, vegna Tvøroyrar kommunu eina gávu til bønhúsið.
Marita Mortensen og Marlena Kjærbæk tóku vegna ráðið hjá bønhúsinum ímóti gávuni. Báðar eru uppvaksnar í Øravík og búgva framvegis í bygdini.
Eftir hátíðargudstænastuna var hugnalig samvera við drekkamunni og køkum. Hátíðarhaldið endaði við vøkrum jólatónum frá Tvøroyrar Hornorkestri, undir leiðslu av Tróndi Enni, áðrenn jólatræið í Øravík varð tendrað.
Seinnapartin, klokkan 16.00, varð jólatræið á Tvøroyri eisini tendrað, eins og siðvenja er fyrsta sunnudag í advent.
Sostatt gjørdist fyrsti sunnudagur í advent ein serliga hugnaligur og hátíðarligur dagur í Tvøroyrar kommunu, har søga, trúgv, tónleikur, jólasiðvenjur og felagsskapur gingu hond í hond.
Tvøroyrar kommuna ynskir øllum ørvingum hjartaliga til lukku við 60 ára hátíðarhaldinum hjá bønhúsinum og øllum borgarum eina góða og hugnaliga adventstíð, skrivar Tvøroyrar kommuna.
