Ongi úrslit

Borðtennis: 14 ára gamli Rasmus spældi sín fyrsta A-landsdyst

Sjey føroyskir borðtennisleikarar royndu seg í sterku Belgian Open. Tríggir ungir leikarar spældu har sínar fyrstu almennu A-landsdystir.

© Borðtennissamband Føroya.
14 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini spældu sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Tríggir ungir føroyskir borðtennisleikarar spældu sínar fyrstu almennu A-landsdystir, tá føroysku A-landsliðini hjá kvinnum og monnum um vikuskiftið kappaðust í Belgian Open í Verviers í Belgia.

Tey trý, sum á fyrsta sinni umboðaðu A-landsliðið í almennum dysti, vóru Rasmus Teitsson í Skorini, Hadassa S. Christiansen og Elsa Kathrina Gisladóttir. Tey eru ávikavist 14, 15 og 17 ára gomul.

Tilsamans sjey føroyingar luttóku. Kappingin var á ETTU-støði, og nógvir fulltíðarleikarar vóru við. Hóast harða mótstøðu megnaðu flestu føroysku leikararnir at vinna dystir.

Albert Weihe Wolfsberg stóð seg best av føroyingunum og vann tríggjar dystir.

Næsta uppgávan hjá føroyska A-landsliðnum verður Aarhus Open 10. og 11. oktober. Tá verður føroyska ungdómslandsliðið eisini við.

Sí fleiri myndir.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07