Ongi úrslit

Borgarstjórin í Havn: Hetta sømir seg ikki av býráðslimum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, endaði býráðsfundurin í Havn í gjárkvøldið í ruðuleika.

LES MEIRI UM TAÐ HER: Sjey býráðslimir í Havn rýmdu av býráðsfundi

Elsa Berg, borgarstjóri skrivar á Facebook, at hon skilir væl, at andstøðan roynir at brúka eina støðu sum hesa til at markera seg.

– Men eg haldi ikki, at tað hóskar seg, at býráðslimir rýma av fundi, bara tí teir ikki dáma luktin í bakarínum, sigur hon.

– Tað eru ikki øll mál, ið øllum dámar líka væl, men fyri tað skal man gera tað arbeiði, ið borgarin hevur valt teg til, leggur hon afturat.

Hon heldur, at nál um gegni, har tann, ið tað snýr seg um, ikki viðurkennur gegnistrupulleikan, eru altíð keðilig.

– Men tað, at eitt mál er keðiligt, er ikki nøkur orsøk til at renna undan ábyrgd, sigur Elsa Berg.

Men hon sigur, at hon hyggur frameftir, og hon fegnast um, at fíggjarlógin varð samtykt í fullari semju, og at fleiri onnur mál eisini vórðu avgreidd.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08