Hetta vikuskiftið var fyrsta umfar í Meistaradeildini eftir langa landsliðssteðgin. Í gjárkvøldið vann 07 Vestur trivaligan heimasigur ímóti EB/Streymi. Í dag endaðu allir fýra dystirnir við sigri til liðini, sum vóru á útivølli.
Við sigri á Skála tók NSÍ seg eitt stórt fet nærri FM heitinum. NSÍ er trý stig frammanfyri KÍ, sum vann trivaligan 3-0 sigur á útivølli ímóti HB.
Tað eru bara NSÍ og KÍ, sum hava møguleika at vinna FM.
Skráin hjá hesum báðum feløgunum er í trimum teimum síðstu umførunum:
NSÍ: 07 Vestur (h), HB (h) og B68 (ú).
KÍ: B68 (h), B36 (ú) og Víkingur (h).
At HB í dag tapti á heimavølli ímóti KÍ, meðan bæði Víkingur og B36 vunnu 2-1 á útivølli ímóti ávikavíst B68 og AB ber við sær, at tað er stór kapping um bronsuplássið. HB hevur 41 stig, og B36 og Víkingur hava 38 stig.
Skráin hjá hesum trimum sær soleiðis út í trimum teimum seinastu umførunum:
HB: EB/Streymur (ú), NSÍ (ú) og B36 (h).
B36: Skála ÍF (h), KÍ (h) og HB (ú).
Víkingur: AB (h), EB/Streymur (h) og KÍ (ú).
07 Vestur vann 3-0 á Dungasandi í Sørvági ímóti EB/Streymi. Hetta var triðja ferðin í ár, at 07 Vestur vann fulla úrtøku ímóti EB/Streymi. 07 Vestur er framvegis undir niðurflytingarstrikuni, men nú er tað bara eitt stig frá 07 Vestur og fram til Skála ÍF, sum í dag tapti 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ.
AB tapti í kvøld 2-1 á heimavølli ímóti B36.
Trý umfør undan kappingarenda er einki staðfest, men tað sær heilt svart út hjá B68, sum í kvøld tapti 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. B68 hevur 17 stig, og tað eru seks stig og vánaligur málmunur fram til áttanda plássið. B68 fer sunnudagin til Klaksvíkar, og í síðsta umfari verður NSÍ gestur á Svangaskarði. Í næstsíðsta umfari fer B68 at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur. Um toftamenn skulu sleppa undan at flyta niður, so skulu teir í trimum teimum síðstu umførunum í hvussu so er vinna sjey stig.
Tað er púra opið í kappingini um at sleppa undan hinum plássinum undir strikuni. 07 Vestur er undir strikuni, men 3-0 heimasigur ímóti EB/Streymi boðar frá móti og áræði um, at tað fer at bera til at sleppa undan niðurflytingini. 07 Vestur hevur 22 stig, Skála ÍF hevur 23 stig, AB hevur 24 stig og EB/Streymur hevur 26 stig.
Síðani kappingin í 2005 varð broytt til at fevna um 27 umfør er tað einaferð komið fyri, at liðið á 9. plássi fekk 28 stig. Tað var í 2017, tá ið 07 Vestur vann 28 stig og slapp undan at flyta niður.
Tríggjar ferðir er tað komið fyri, at liðið á 9. plássi vann 24 stig. Tað var í 2009 (KÍ), í 2011 (07 Vestur) og í 2012 (B68). Øll hesi trý árini flutti liðið niður, sum endaði á níggjunda plássi.
Í trimum teimum seinastu umførunum sær skráin hjá fimm teimum niðastu soleiðis út:
EB/Streymur: HB (h), Víkingur (ú) og Skála ÍF (h).
AB: Víkingur (ú), Skála ÍF (ú) og 07 Vestur (h)
Skála ÍF: B36 (ú), AB (h) og EB/Streymur (ú).
07 Vestur: NSÍ (ú), B68 (h) og AB (ú).
B68: KÍ (ú), 07 Vestur (ú) og NSÍ (h).
umfar
B68 – Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Rani Hansen 21.
1-1: Karstin Clementsen 68.
1-2: Jørgen Nielsen 75.
Skála ÍF – NSÍ 1-2 (1-2)
1-0: Malthe Nielsen 27.
1-1: Beinir Nolsøe 44.
1-2: Petur Knudsen 45.
07 Vestur – EB/Streymur 3-0 (1-0)
1-0: Høgni Egilstoft Nielsen 30.
2-0: Jasper Van Der Heyden 48.
3-0: Casper G. Hansen 58.
HB – KÍ 0-3 (0-1)
0-1: Erlend Hustad 7.
0-2: Martin Gonzalez 87.
0-3: Dávid Reynheim 97.+
AB – B36 1-2 (0-1)
0-1: Bartal Páll Klein 31.
0-2: Hannes Agnarsson 65.
1-2: Bjarki C. Nielsen br 68.
NSÍ | 24 | 15 | 6 | 3 | 49 | 27 | 51 |
KÍ | 24 | 13 | 9 | 2 | 48 | 21 | 48 |
HB | 24 | 12 | 5 | 7 | 44 | 31 | 41 |
Víkingur | 24 | 9 | 11 | 4 | 36 | 28 | 38 |
B36 | 24 | 10 | 8 | 6 | 35 | 29 | 38 |
EB/Streymur | 24 | 7 | 5 | 12 | 30 | 41 | 26 |
AB | 24 | 7 | 3 | 14 | 32 | 44 | 24 |
Skála ÍF | 24 | 5 | 8 | 11 | 26 | 39 | 23 |
07 Vestur | 24 | 6 | 4 | 14 | 24 | 41 | 22 |
B68 | 24 | 4 | 5 | 15 | 25 | 48 | 17 |
Máltindurin | |
Petur Knudsen NSÍ | 12 |
Loick Lespinasse B68 | 9 |
Árni Frederiksberg KÍ | 8 |
Páll A. Klettskarð KÍ | 8 |
25. umfar
Sunnudagin 18. oktober
KÍ – B68: kl. 15.00
Víkingur – AB: kl. 17.15
NSÍ – 07 Vestur: kl. 15.00
EB/Streymur – HB: kl. 15.00
B36 – Skála ÍF: kl. 15.00