Ongi úrslit

Breakdance verður partur av olympisku leikunum

Skrykkjdansur (breakdance) verður nýggj OL-grein saman við at aka á rennifjøl, aka á brimfjøl og klatring, tá OL verður í París í 2024

Sigurjón Einarsson
9. desember 2020 kl. 12:15

Nógv hevur verið arbeitt fyri, at hesar fýra ítróttargreinarnar skulu takast við í OL-familjuna, og nú eru tær slopnar í gjøgnum nálareygað.

Tað var í mars 2019, at International Olympic Committee (IOC) fekk umbøn at taka hesar ítróttargreinarnar við í OL-familjuna til leikirnar í 2024, og nú er avgerð tikin um, at hesar ítróttargreinar verða tiknar við.

Hetta, við at fáa hesar ungdómligu ítróttargreinarnar við, verður sæð sum ein ætlan at náa út til fleiri sjónvarpssíggjarar.

Tað vóru annars fronsku fyriskipararnir av OL í París í 2024, ið komu við uppskotinum at fáa hesar fýra ítróttargreinarnar við.

Tríggjar av hesum ítróttargreinunum verða eisini við til OL í Tokyo komandi ár, meðan skrykkjdansur verður fyrstu ferð við í París, 2024.

Aðalskrivarin fyri World DanceSport Federation. Shawn Tay, heldur, at hetta er ikki einans ein søguligt fyri b-boys og b-girls (breakdance-dreingir og gentur), sum hann orðar seg, men fyri allar dansarar kring heimin.

- Hetta var ein ordans liðinnsatsur at fáa skrykkjadans við, so nú skulu vit syrgja fyri, at kappingin í París 2024 verður ógloymandi, sigur hann.

Tíðindini um hesa nýggju OL-ítróttargreinina fellur ikki í góða jørð hjá øllum. Avstralska squash stjørnan Michelle Martin sigur, at hetta er ein beinleiðis háðan – at skrykkjdansur er við sum OL-ítróttargrein, meðan squash ikki verður tað.

- Ein undrast, hvønn veg OL fer. Eg kenni fólk, ið siga, at skrykkjdansur ikki er ein ítróttur, men...ja, eg skilji tað ikki, sigur Michelle Martin við avstralska AAP.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07