Bretskir framleiðarar og matvøruhandlar brúka í vaksandi mun jack mackerel í staðin fyri vanligan makrel. Høvuðsorsøkirnar eru prísur, burðardygd og tann nógv viknaði makrelstovnurin í landnyrðingspartinum av Atlantshavi.
Jack mackerel úr Kili kostar sambært tølum, sum BBC endurgevur, umleið ein triðing av heilsøluprísinum á vanligum atlantshavsmakreli. Samstundis er kiliski fiskurin MSC-góðkendur, meðan makrelurin í landnyrðingspartinum av Atlantshavi hevur mist sína MSC-góðkenning.
Makrelstovnurin er minkaður nógv
Bakgrundin er álvarsliga støðan hjá makrelinum. Sambært ICES er stovnurin minkaður umleið 75 prosent seinasta áratíggið, og fyri 2026 er mælt til at skerja veiðina umleið 70 prosent, so stovnurin fær møguleika at koma fyri seg aftur.
Princes, sum veitir vørur til stórar bretskar matvøruhandlar, boðaði í oktober frá, at felagið fór at skifta makrelin í øllum sínum dósavørum út við jack mackerel. Lidl selur eisini jack mackerel undir egnum merki.
Bíligari – men ikki sami fiskur
Jack mackerel er hóast navnið ikki ein makrelur. Hann hoyrir til fiskafamiljuna Carangidae, meðan vanligur makrelur hoyrir til Scombridae.
Hann inniheldur eisini umleið helvtina so nógv omega-3 og umleið ein triðing so nógv B12-vitamin sum vanligur makrelur. Hetta hevur fingið bretska brúkarafelagsskapin Which? at ávara um tað, sum felagsskapurin nevnir skimpflation: at ein bíligari og minni føðslurík vøra verður sett í staðin fyri eina dýrari vøru, uttan at prísurin neyðturviliga lækkar samsvarandi.