Ongi úrslit

Bretland leitar eftir heiðurskonsli: Skal røkja bretsk áhugamál í Føroyum

Bretska sendistovan í Keypmannahavn leitar eftir nýggjum heiðurskonsli í Føroyum. Árliga samsýningin verður umleið 22.400 krónur, og umsóknarfreistin er 3. januar 2027.

© Reinaldo Sture / Unsplash.
Nýggi bretski heiðurskonsulin skal styrkja sambondini millum Føroyar og Bretland og hjálpa bretskum ríkisborgarum, sum koma í neyð í Føroyum.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Bretland leitar eftir nýggjum heiðurskonsli, sum skal hjálpa bretskum ríkisborgarum í Føroyum, styrkja sambondini við føroyskar myndugleikar og føroyskt vinnulív og røkja bretsk áhugamál.

Tað framgongur av eini starvslýsing frá bretsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Talan er um eina sjálvbodna uppgávu, sum fevnir um í mesta lagi fýra arbeiðstímar um vikuna. Heiðurskonsulin verður ikki settur í starv á sendistovuni.

Árliga samsýningin verður umleið 2.500 bretsk pund, svarandi til umleið 22.400 danskar krónur.

Skal hjálpa bretum í neyð

Ein av høvuðsuppgávunum hjá heiðurskonslinum verður at hjálpa bretskum ríkisborgarum, sum koma í neyð í Føroyum. Talan kann millum annað vera um at vitja bretskar ríkisborgarar, sum eru innlagdir á sjúkrahúsi ella sita í varðhaldi.

Heiðurskonsulin skal eisini kunna veita hjálp í sambandi við vanlukkur og aðrar álvarsligar hendingar.

Allar uppgávur skulu røkjast eftir boðum frá bretsku sendistovuni.

Skal styrkja sambondini við Føroyar

Heiðurskonsulin skal knýta og røkja sambond við føroyskar politikarar, myndugleikar og umboð fyri vinnu- og mentanarlívið.

Viðkomandi skal eisini hjálpa til, tá bretskir ráðharrar, tinglimir og onnur almenn bretsk ferðaløg vitja í Føroyum.

Harumframt skal heiðurskonsulin eftir tørvi kunna sendistovuna um politisk, búskaparlig og samfelagslig viðurskifti í Føroyum.

Strong krøv til umsøkjarar

Bretska sendistovan setur strong krøv til umsøkjararnar.

Tann, sum verður tilnevndur, skal hava gott umdømi í føroyska samfelagnum, góð sambond við Bretland og fastan bústað í Føroyum.

Umsøkjarar skulu duga føroyskt og enskt væl, hava gott innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og kunna arbeiða sjálvstøðugt.

Teir skulu eisini hava góð fíggjarviðurskifti og ikki hava skuld til almennar myndugleikar.

Fólk í ávísum almennum størvum og fólkavaldir politikarar kunnu ikki røkja uppgávuna.

Tekur væntandi við í vár

Heiðurskonsulin verður í fyrstu atløgu tilnevndur fyri eitt royndarár. Síðani kann tilnevningin verða longd í fimm ár.

Tilnevningin krevur trygdargóðkenning og góðkenning frá føroyskum og donskum myndugleikum.

Umsóknarfreistin er 3. januar 2027, og ætlanin er, at nýggi heiðurskonsulin skal taka við í vár.

Áhugað kunnu senda lívsrensl og eina skrivliga grundgeving fyri umsóknini til bretsku sendistovuna á britishembassy.copenhagen@fcdo.gov.uk.

Mest lisið hesa vikuna

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

27. november kl. 13:17

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

Í gjár kl. 17:06

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

26. november kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna verður á Tvøroyri - har verða eisini allir kommunulæknarnir

27. november kl. 09:08