Ongi úrslit

Bretskur ráðharri í Føroyum: Vitjaði flogsimulatorin hjá Atlantic Airways

Lord Wood of Anfield fekk innlit í føroyska flogvinnu og framkomnu venjingarútgerðina hjá Atlantic Airways í sambandi við vitjan sína í Føroyum.

© Ólavur Frederiksen / Atlantic Airways.
Bretski ráðharrin Lord Wood of Anfield og fylgi hansara fingu innlit í føroyska flogvinnu og framkomnu venjingarútgerðina hjá Atlantic Airways.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Bretski ráðharrin Lord Wood of Anfield og fylgi hansara vitjaðu Atlantic Airways Aviation Academy, har tey millum annað fingu høvi at fara inn í flogsimulatorin hjá flogfelagnum.

Atlantic Airways skrivar á LinkedIn, at bretska sendinevndin fekk innlit í virksemið hjá flogfelagnum og týdningin, sum felagið hevur fyri ferðasambandið millum Føroyar og umheimin.

Undirskrivaðu semjuskjal

Bretski ráðharrin var í Føroyum í sambandi við undirskrivingina av einum semjuskjali við Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Lord Wood of Anfield hevur í bretsku stjórnini ábyrgd av málum, sum viðvíkja Evropa, Eysturevropa, altjóða trygd og vøkstri.

Vístu fram føroyska flogsimulatorin

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, tók ímóti sendinevndini, sum fekk høvi at síggja framkomna Airbus A320-flogsimulatorin hjá felagnum innan.

Millum teirra, sum vóru við til vitjanina, vóru eisini Victoria Billing, bretski sendiharrin í Danmark, og Tummas Hanus Dam, bretski heiðurskonsulin í Føroyum.

Atlantic Airways fegnast um vitjanina og vónar at kunna bjóða bretsku gestunum væl afturkomnum.

Mest lisið hesa vikuna

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

27. november kl. 13:17

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

Í gjár kl. 17:06

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

26. november kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna verður á Tvøroyri - har verða eisini allir kommunulæknarnir

27. november kl. 09:08