Í nátt hevur - sum heild - verið friðarligt. Men løgreglan sigur, at fyrrapartin í gjár varð ringt til tey at melda, at ein bilur, sum hevði staðið parkeraður tætt við eitt skeinkistað í Havn hevði verið fyri herverki onkuntíð síðtsu nátt.
Løgreglan sigur, at bakrúturin var brotin, men tey vita ikki, hvør tað er, sum breyt hann.
Tí sigur løgreglan at hevur onkur sæð tilburðin, ella veit onkur nakað um tað, eru tey vælkomin at siga frá.