Ongi úrslit

Burðardygd gevur úrslit: Føroyar nummar 31 á altjóða lista

Føroyar eru nummar 31 á altjóða GDS-indexinum, hóast nógv fleiri hotellkømur nú hava burðardygdargóðkenning enn í fjør.

© Tórshavnar kommuna.
Føroyar eru framvegis millum 40 fremstu ferðamálini í heiminum, tá ið ræður um burðardygd.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Føroyar eru í 2026 nummar 31 á Global Destination Sustainability Index við 78 prosentum. Tað er eitt pláss lægri enn í fjør, tá Føroyar vóru nummar 30. Føroyar eru kortini framvegis millum 40 fremstu ferðamálini á altjóða listanum. 

Tað upplýsir Tórshavnar kommuna.

Ein tann størsta broytingin sæst hjá hotellunum. Nú hava 85 prosent av hotellkømrunum, sum eru fevnd av mátingini, burðardygdargóðkenning. Í 2025 var talið 54 prosent.

Stór framgongd hjá hotellunum

GDS-indexið metir arbeiðið hjá ferðamálum á fýra økjum: umhvørvi, sosial viðurskifti, ferðavinnuveitarar og stýring av ferðamálinum. Fleiri enn 100 ferðamál eru við í skrásetingini.

Sambært Tórshavnar kommunu kann stóra talið av burðardygdargóðkendum hotellkømrum styrkja Føroyar í kappingini um altjóða fundir, ráðstevnur og tiltøk.

– Okkara mál er at halda fram við at menna Tórshavnar kommunu sum eitt burðardygt ferðamál. Tað krevur nýggj átøk, áhaldni og gott samstarv millum kommununa, vinnuna og onnur, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Vilja longur upp á listanum

Nýggi umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2026–2032 hevur eisini havt týdning fyri úrslitið. Politikkurin fevnir millum annað um náttúru og lívmargfeldi, útlát og orku umframt burturkast og ringbúskap.

Málið er nú, at fleiri ráðstevnu- og ferðafyriskiparar og vitjunarverd støð eisini fáa burðardygdargóðkenning.

Kommunan vónar samstundis, at nýggi umhvørvispolitikkurin kann hjálpa Føroyum longur upp á GDS-indexinum komandi ár.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37