Ongi úrslit

Busssteðgiplássini verða flutt: Biskupsstøðgøta verður tríggjar metrar breiðari

Arbeiðið at breiðka Biskupsstøðgøtu í Klaksvík er farið í gongd. Nýggir busslummar skulu gera bussferðsluna tryggari, serliga fyri skúlabørn.

© Klaksvíkar kommuna.
Biskupsstøðgøta broytir skap. Gravmaskinurnar eru farnar til verka, og runnarnir mugu víkja fyri nýggjum busslummum, sum skulu gera ferðsluna tryggari.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Klaksvíkar kommuna er farin undir at breiðka Biskupsstøðgøtu við umleið trimum metrum. Samstundis verða fyrireikingar gjørdar til at flyta busssteðgiplássini úr miðbýnum.

Á strekkinum millum Varpið og Norðoya Sparikassa verða busslummar gjørdir báðum megin vegin.

Endamálið er at bøta um ferðslutrygdina og skapa betri umstøður fyri bussferðsluna, serliga fyri skúlabørn, sum dagliga ferðast til og frá skúla.

Tá arbeiðið er liðugt, verða nýggj og rúmlig busssteðgipláss á báðum síðum av Biskupsstøðgøtu.

Runnar mugu víkja fyri busslummum

Vegaarbeiðið hevur við sær, at runnarnir sunnan fyri vegin verða tiknir burtur. Nøkur av teimum størri trøunum verða tó varðveitt og flutt í lundina við skúlan.

Vanliga verður økið prýtt við jólaljósum, men tað verður ikki gjørt í ár.

Tá arbeiðið er liðugt, verða nýggir runnar plantaðir sunnan fyri gongubreytina.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

18 tímar síðan