Ongi úrslit

Christianskirkjan: Nøvn frá 1960-árunum komu undan gamla takinum

Arbeiðið við at skifta tekjuna á Christianskirkjuni er komið umleið hálvvegis, og undir gamla takinum komu nøvn hjá arbeiðsmonnum frá 1960-árunum undan.

© ArtiCon.
Tá gamla tekjan varð tikin niður, komu nøvn undan, sum arbeiðsmenn høvdu ritað í brettir og panelfjalar, tá kirkjan varð bygd fyrst í 1960-árunum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Arbeiðið við at skifta tekjuna á Christianskirkjuni í Klaksvík gongur eftir ætlan. Fyrst í september metti Jóhannes Berthelsen, arbeiðsformaður hjá ArtiCon, at arbeiðið var komið umleið hálvvegis.

Samstundis hevur arbeiðið avdúkað eina serliga heilsan úr fortíðini. Tá gamla tekjan varð tikin niður, komu nøvn undan, sum arbeiðsmenn høvdu ritað í brettir og panelfjalar, tá kirkjan varð bygd fyrst í 1960-árunum. Tað skrivar ArtiCon á teirra Facebook-vanga.

Tólv løg skulu skiftast

Talan er um eina umfatandi umvæling. Frá innasta lagnum og út til skifersteinarnar eru ikki færri enn 12 ymisk løg í tekjuni. Á sunnaru síðuni er arbeiðshæddin svarandi til umleið átta stillashæddir.

Fyrireikingarnar byrjaðu longu í vár. Ætlanin var tá at pakka kirkjuna inn í krympiplast, so arbeiðið kundi fara fram í turrum umstøðum, meðan tekjan varð tikin av og møguligar rotnar sperrur vórðu umvældar.

Kirkjan verður framvegis nýtt

Kirkjan skuldi halda fram at virka sum vanligt undir umvælingini. Bygningurin varð støvtryggjaður, og bæði orgulið og altartalvan skuldu verjast væl, meðan arbeiðið fór fram.

Upprunaliga varð roknað við, at arbeiðið at skifta tekjuna skuldi vera liðugt í oktober.

Sí fleiri myndir á Facebook-vanganum hjá ArtiCon

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06