Ongi úrslit

Country & Blues Festivalurin nærkast

© Country & Blues Festivalurin
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Nú er stutt eftir til festivalin í Sørvági, og fyrireikingarnar eru í hæddini. Áhugin fyri festivalinum er stórur, og vælumtókta eldratiltakið Eldrahugni, er longu útselt.

Á tónleikaskránni eru fleiri kend nøvn. Countrykongurin Hallur Joensen verður aftur at hoyra, og eisini Kristel Lisberg fer á pallin saman við bólki.

Harumframt fara Sørvings, Magni Christiansen, Danny & De Vitos, Strámenn umframt fleiri onnur, at seta lív í áskoðarafjøldina.

Úr útlondum koma vælkendir countrysangarar. Millum teirra eru Robert Mizzell og Ray Scott, sum fara at framføra góðan countrytónleik á Dungasandi og skapa rætta festivalstemningin.

Festivalurin hevur eisini tiltøk fyri børn og familjur, so nógv verður at taka seg til hjá teimum yngstu. Harumframt verður útimøti á skránni, sum er vorðið ein fastur partur av festivalinum.

Spurdur um hvørjar væntanir hann hevur fyri festivalin í ár, svarar fyriskipari Allan Samuelsen:

- Væntanirnar eru altíð at fáa ein hugnaligan og góðan festival. Tað er simpulthen tað.

Við sterkari tónleikaskrá, familjutiltøkum og góðum felagsskapi fer at liggja væl fyri hjá Country & Blues Festivalinum aftur í ár, at savna nógv fólk í Sørvági til nakrar hugnaligar og tónleikaríkar dagar, har countrytónleikur, samvera og góðar upplivingar verða í hásæti.

Sí skránna her


Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Tveir ferðaleiðarar afturat koyrdir av landinum

1. juni kl. 07:48