Løgreglan fær nógvar fráboðanir um útlendskar ferðaleiðarar, sum koma higar at vísa útlendskum ferðaløgum runt, uttan at hava arbeiðsloyvi her.
Nakað síðani vórðu tveir ferðaleiðarar vístir a landinum í tvey ár við eini bót upp á 300.000 krónur í part, tí løgreglan sigur, at teir høvdu verið so ofta á Føroyum. Teir góðtóku ikki bótina og tí skal tað málið í rættin.
Aftur nú um vikuskiftið eru tveir útlendskir ferðaleiðarar tiknir fyri at arbeiða ólógliga í Føroyum.
Eisini teir eru vístir av landinum og teir fingu 50.000 krónur í part, tí teir hava ikki verið so ofta í í Føroyum.
Teir hava góðtikið bótina, og eru farnir. Talan var um tveir menn, annar var í Póllandi og hin var breti.
Teir vóru við hvør sínum ferðalagið. Annar ferðaleiðarin var komin her at bíða eftir ferðalagnum, sum ikki var komið til Føroyar. Hin skuldi vera ferðaleiðari norðan fyri.