Danska felagið Sund & Bælt fer nú at seta upp radaraeftirlit á og kring Stórabeltsbrúnna. Endamálið er at avdúka dronur skjótari og styrkja verjuna av brúnni, sum er ein týðandi partur av undirstøðukervinum í Danmark.
Eftir ætlan skal nýggja skipanin takast í nýtslu fyri árslok 2026.
Dronur bannaðar kring brúnna
Várið 2026 varð fullkomið bann sett í gildi fyri dronuflúgving nærhendis Stórabeltsbrúnni.
Nú verða radaramastur settar upp á og kring brúnna. Tær skulu hava eftirlit við loftrúminum og gera tað møguligt at avdúka og eyðmerkja dronur skjótari.
– Stórabeltsbrúgvin er ein týðandi partur av undirstøðukervinum í Danmark. Radareftirlitið gevur okkum eitt nýtt amboð at røkja hesa uppgávuna, sigur Mikkel Hemmingsen, stjóri í Sund & Bælt.
Hann leggur afturat, at felagið saman við myndugleikunum framhaldandi fer at meta um tørvin á fleiri trygdartiltøkum.
Løgreglan skal kunna grípa skjótari inn
Sund & Bælt hevur arbeitt við radarskipanini í umleið eitt ár. Arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við donsku ríkisløgregluna og donsku verjuna.
Skipanin skal geva løgregluni eitt betri grundarlag at meta um møguligar dronuhendingar og grípa inn, um tað verður neyðugt.
Felagið og løgreglan hava longu avtalað fastar mannagongdir og ábyrgdarbýti.
Radartøknin kann eisini brúkast til at verja onnur týðandi anlegg og undirstøðukervi.
Sund & Bælt fer framvegis at nýta dronur til rakstur og viðlíkahald av brúnni.
Uppsetingin av radaramastrunum fer ikki at ávirka ferðsluna um Stórabelt.