Ongi úrslit

Danska Fadervor verður broytt: „Vor Fader“ verður til „Vores far“

Kendasta bønin í bíbliuni fær nýtt orðalag á donskum. „Vor Fader“ verður til „Vores far“, og fleiri aðrar gamlar orðingar verða broyttar.

© Folkekirken.
„Vor Fader“ verður til „Vores far“. Danska Bíbliufelagið hevur kunngjørt eina nýggja royndartýðing av Fadervor, har fleiri kend orð og orðingar verða broytt.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Danska Bíbliufelagið hevur týsdagin 10. november kunngjørt eina nýggja royndartýðing av Fadervor, har fleiri av kendu orðingunum eru broyttar til nútímans danskt mál.

Nýggja bønin byrjar við orðunum „Vores far, du som er i himlen!“ í staðin fyri „Vor Fader, du som er i himlene“.

Eisini verður „Helliget blive dit navn“ broytt til „Lad dit navn være helligt“, meðan „forlad os vor skyld, som også vi forlader vore skyldnere“ verður til „Tilgiv os vores skyld, ligesom vi tilgiver andres skyld mod os“.

Vil gera bønina lættari at skilja

Endamálið er at gera Fadervor lættari at skilja hjá komandi ættarliðum.

Johannes Baun, aðalskrivari í danska Bíbliufelagnum, sigur, at neyðugt er at broyta orðalagið fyri at varðveita týdningin.

– Tá ið vit týða Fadervor av nýggjum, arbeiða vit við orðum, sum fólk hava brúkt í bøn alt sítt lív. Tað leggur eina ábyrgd á okkum. Samstundis skulu komandi ættarlið eisini skilja, hvat tey biðja um. Fadervor er ikki ein ramsa, men ein bøn. Tí skal hon vera á málinum, sum vit tosa í dag, sigur hann.

Hann vísir á, at danska orðið „forlade“ í dag fyrst og fremst verður skilt sum at fara frá onkrum, hóast tað í bønini merkir at fyrigeva.

– Vit noyðast at broyta fyri at varðveita, sigur Johannes Baun.

Gamla orðalagið verður varðveitt fyribils

Nýggja orðalagið er enn ikki góðkent til gudstænastur.

Royndartýðingin er partur av arbeiðinum við einari nýggjari danskari bíbliutýðing, sum eftir ætlan skal góðkennast í 2036.

Endaliga orðingin er ikki ásett. Leiðslan í donsku fólkakirkjuni skal avgera, hvør útgáva skal brúkast í gudstænastunum.


Bønin í síni fullu longd verður framyvir orða soleiðis: 

Vores far, du som er i himlen!
Lad dit navn være helligt,
dit rige komme,
din vilje ske,
på jorden ligesom i himlen!
Giv os i dag vores daglige brød.
Tilgiv os vores skyld,
ligesom vi tilgiver andres skyld mod os.
Før os ikke ind i fristelse,
men fri os fra det onde.
For dit er riget og magten og æren i evighed.
Amen!

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30