Ongi úrslit

Danskur biskupur spyr: Hví er kirkjan tikin úr stjórnarskjalinum?

Avtøkan av Kirkjumálaráðnum vekir stúran. Ein danskur biskupur óttast, at kirkjan verður raðfest aftast, tá heilsu- og kirkjumál verða løgd saman.

© Viborg Stift.
Henrik Stubkjær, biskupur í Viborg Stift.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Avtøkan av danska Kirkjumálaráðnum eftir 110 ár sum sjálvstøðugt ráð vekir stúran hjá biskupi Henrik Stubkjær í Viborg Stift.

Hann stúrir fyri, at kirkjulig mál fara at drukna, tí at heilsumál fylla nógv meira í tí dagliga arbeiðinum, skrivar TV MidtVest

Nýggja stjórnin hevur gjørt greitt, at kirkjumál nú verða løgd saman við heilsumálum undir nýggja heilsu- og kirkjumálaráðharranum, Ida Auken. Tað merkir eisini, at ein felags aðalstjóri skal hava ábyrgd av báðum økjunum.

Óttast veikari samrøðu

Henrik Stubkjær ásannar, at heilsuøkið er bæði stórt og týdningarmikið. Kortini stúrir hann fyri, at hetta kann verða til skaða fyri fólkakirkjuna.

Sambært biskupinum stendur kirkjan framvegis við fleiri stórum avbjóðingum. Millum annað flyta nógv fólk úr smábygdum til størri býir, meðan kirkjusóknir framhaldandi hava ábyrgd av at varðveita og viðlíkahalda gamlar miðaldarkirkjur. 

– Tað krevur eina sterka og tætta samrøðu við myndugleikarnar, sigur hann.

Saknar kirkjuna í stjórnarskjalinum

Biskupurin undrast eisini á, at trúgv, kirkja og andalig menning als ikki verða nevnd í nýggja stjórnarskjalinum. Tað fær hann at spyrja, um kirkjan hevur mist týdning á politisku dagsskránni.

Hann vísir eisini á ósemjuna, sum stóðst, tá Dýri biðidagur varð avtikin uttan at kirkjan varð spurd. Slíkar avgerðir kunnu skaða sambandið millum stat og kirkju, metir hann.

Kortini hevur Henrik Stubkjær álit á, at Ida Auken, sum er útbúgvin gudfrøðingur, fer at lurta eftir kirkjuni og arbeiða fyri at loysa tær avbjóðingar, sum eru á økinum.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00