Í dag var stórur dagur í Gøtu. Nógv fólk varð komið saman, tá ið nýggi og stásiligi Dunga Jákup, eftir at hava siglt stutta teinin av Skála og framvið Eystnesi, Nevinum, Mjóvanesi og inn á Gøtuvík, legði at bryggju, og horntónar bóru tignarligan hýr við sær.
Sámal Joensen er stjóri í Varðanum, og tá ið hann helt røðu, var tað eyðsýnt, hvussu stóran týdning tað hevði fyri hann og alt samtakið, at talan er um føroyskt skip og føroyska framleiðslu frá fyrsta tankanum um at tað nú var tíð at fara undir endurnýgging av ísfiskaflotanum og at skifta Rankan út, sum var frá 1981, og sum Hvanngarður átti:
-Tað var á heysti í 2023, at Bogi, Dávur og eg fóru at tosa um, at nú var neyðugt at fáa nýtt skip til vega. Frá tí fyrsta var tað avgerandi fyri okkum, at talan var um føroyska loysn. Vit vendu okkum til MEST fyri at vita, um teir vóru hugaðir at taka uppgávuna á seg. Vit vistu, at vit í Føroyum eiga dugnaligt fólk, og at tað bar til at smíða fyrsta ísfiskatrolaran yvirhøvur í Føroyum, og í dag síggja vit, at tað bar til. Vit trúðu uppá, at tað bar til at tekna, projektera og smíða á føroyskari smikpasmiðju, og nú vit eru farin undir endurnýggingina av botnfiskaflotanum, so er tað tí, at vit trúgva upp á manningarnar hjá okkum, segði Sámal Joensen millum annað, og hann helt fram:
-Sáttmálin við MEST varð undirskrivaður 27. februar 2024, og sjálvan jólaaftansmorgun í 2025 stevndi skrokkurin inn á Skálafjørðin. Síðani hevur tað verð ein frægd at fylgja við í arbeiðnum. Ikki minst at sæð allar teir ungu og røsku lærlingarnar og handverkararnar, sum hava arbeitt umborð. Nógv orka og fakligur stoltleiki er lagdur í, og arbeiðstímararnir hava verið óteljandi, so tað bar til nú at handa okkum skipið. Vit takka øllum, sum hava verið uppií. Eisini okkara egna fólki, manningum og undirveitarum og ikki minst øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum hjá MEST.
Dunga Jákup er eitt framkomið og effektivt skip, og hann skal vera eitt gott og trygt arbeiðspláss. Skipið er handað okkum til avtalaða prísin, og góðskan er framúr. Tað kunnu vit øll vera fegin um og errin av. Tað, sum nú fer at gera av, hvussu væl Dunga Jákup fer at roynast eru skiparin og manningin, og tað áliggur okkum sum leiðsla at syrgja fyri góðum og tryggum karmum.
Og Sámal Joensen endaði soleiðis:
-Í dag loyva vit okkum at fegnast saman, áðrenn vit fara at taka ábyrgd av rakstri og arbeiði. Vit fegnast saman við øllum, sum hava fingið hetta at bera til, og at tað er sjón fyri søgn, at vit í Føroyum megna at tekna, projektera og smíða ein frystitrolara í heimsklassa, og at Dunga Jákup nú er komin heilt til Gøtu. Nú er tað upp til skipara og manning at skriva næstu kapitlarnar um hetta skipið, og tí ynskja vit teimum hjartaliga til lukku við og blíðan byr. Má Dunga Jákup verða eitt gott og trygt arbeiðspláss fyri manningina, eitt gott skip fyri felagið, og ein virðiligur partur av føroyska fiskiflotanum í nógv ár framyvir.
Hjartaliga vælkomin heim Dunga Jákup, segði Sámal Joensen stjóri í Varðanum millum annað, tá ið tað í dag í Gøtu var móttøka fyri nýggja og stásiliga Dunga Jákup.

