Í ár eru 100 ár liðin, síðan Reyði Krossur Føroya varð stovnaður, og í tí sambandi hevur Edward Fuglø málað eitt forkunnugt listaverk, sum nú verður boðið út til frama fyri hjálpararbeiðið.
Vit eru sera fegin um og takksom fyri, at Edward hevur gjørt hetta serliga verkið til okkara 100 ára hátíðarhald, og vónirnar eru, at uppboðssølan fer at vekja stóran áhuga og geva eitt gott íkast til hjálpararbeiðið.
Vit almannakunngera nú eina mynd av málninginum, so bæði einstaklingar og fyritøkur fáa høvi at síggja verkið frammanundan og hava tíð at umhugsa, um tey vilja bjóða upp á hann leygarkvøldið.
Uppboðssølan verður undir beinleiðis Landsinnsavningini, sum verður send úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 31. oktober kl. 19.00.
Edward Fuglø hevur málað serstakan málning til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi Edward Fuglø hevur málað serstakan málning til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi
Málningurin verður seldur á uppboðssølu undir Landsinnsavningini leygarkvøldið 31. oktober. Ágóðin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
©
Mynd: Eybii myndir
Tíðindaskriv
1 tími síðan
Mest lisið hesa vikuna
Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark
25. oktober kl. 04:11
I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar
26. oktober kl. 16:36
Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í
24. oktober kl. 13:30
Leita eftir manni í Havn
Í gjár kl. 07:46
Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær
24. oktober kl. 09:59
Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri
27. oktober kl. 14:38