Ongi úrslit

Eftir álvarsligan eldsbruna: Umvælingin umborð á Barði NK kann taka meginpartin av heystinum

Íslendska uppisjóvarskipið Barði NK liggur framvegis í Havn eftir álvarsliga eldsbrunan 12. juni. Skaðarnir eru stórir, og umvælingin verður drúgv.

© Þóra Sveinsdóttir / Síldarvinnslan
Íslendska uppisjóvarskipið Barði NK liggur framvegis í Havn eftir álvarsliga eldsbrunan 12. juni.
Edmund Jacobsen
8. juli kl. 07:27

Eldur kom í maskinrúmið, tá Barði NK var á veg heim til Neskaupstaðar eftir viðlíkahald og motorarbeiði í Føroyum. Manningin fekk bast eldinum, meðan Brimil kom til hjálpar og sleipaði skipið til Havnar.

Síðani hevur Barði NK ligið við bryggju í Havn.

Tað sigur Grétar Örn Sigfinnsson, rakstrarstjóri hjá Síldarvinnsluni.

Skaðarnir eru umfatandi

Sambært Síldarvinnsluni verða skaðarnir umborð framvegis kannaðir.

Maskinrúmið verður nú reinsað eftir eldin, samstundis sum mett verður um, hvussu stórur skaðin er. Longu nú er greitt, at skaðin á káplunum er umfatandi. Aðrir skaðar eru eisini staðfestir.

Høvuðsmotorurin slapp tó lutfalsliga væl frá eldsbrunanum. Kortini skulu einstakir lutir í motorinum skiftast út.

– Eg haldi, at tað er rættiliga greitt, at hetta arbeiðið fer at taka meginpartin av komandi heysti, sigur Grétar Örn Sigfinnsson.

Fyrsti parturin verður gjørdur í Føroyum

Arbeitt verður nú við at leggja næstu stigini til rættis. Greitt er, at fyrsti parturin av umvælingini verður gjørdur í Føroyum. Enn er tó ógreitt, hvar restin av arbeiðinum skal gerast.

Tíðarætlanin er eisini óviss. Skaðarnir eru stórir, og tí er trupult at siga neyvt, hvussu langa tíð hvør einstakur partur av arbeiðinum fer at taka.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00