Ongi úrslit

Ein er søgan úr Íslandi komin

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri heilsaði íslendsku gestunum Einar Már Guðmundsson og Þórarin Eldjárn, sum í kvøld vitjaðu Bókasavnið við Løkin

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri
1 tími síðan

Tað eru løtur sum bera frá øðrum. Enn einaferð hevði bókavørður okkara, Oyvør, skipað fyri einum innihaldsríkum tiltaki.

Oyvør Dam Jacobsen

Einar Már Guðmundsson og Þórarin Eldjárn vitjaðu Bókasavnið við Løkin. Kremið í íslendskum bókmentum. Martin Næs, sum saman við konuni hevur týtt tíggjutals bøkur av íslendskari yvir á føroyska tungu, tosaði við teir báðar, og hartil lósu teir upp og hann umsetti. Kári Sverrisson spældi nøkur av frálíku løgunum, sum hann hevur smíðað til yrkingar hjá Einari Már. Mín lutur var bert at bjóða vælkomin, og tað gjørdi eg við hesum orðum:

--- o ---

Ein er søgan úr Íslandi komin

tórbjørn jacobsen

Skotríðurnar í Dallas, La Higuera og Stockhólmi. Kennedy, Guevara og Palme. 63, 67 og 1986. Tey flestu minnast hvar ið tey vóru, táið deyðsboðini bórust, og onkur mundi orsøkin vera til, at teir skuldu foykjast av verðini. Íhaldni menniskjans torgar ikki broyting, og tá kann neyðbremsan í ringasta føri vera riflukúlan, men sum Graham Greene einaferð tók til: ”Riflukúlur megna ikki at taka lívið av einari legendu.” Tær halda fram við at liva, hóast farnar um gravarmúlan.

Hetta er tíðin, táið kvæmar sálir á mínum aldri fara at vita til sín á samfelagsliga mótinum. Fiskimarkið – búskaparliga spísikamarið, ungdómsbyltingin og stríðið ímóti innliman í EEC – The Continental Club of Capitalism. Haðan komu partar av íblástrinum.

Nú Norrøna felagið í Føroyum fyllir trífjerðingsøld verður felagnum ynskt hjartaliga til lukku við árinum, við vónini um, at rákið fer at vera felagnum til vildar í ókomnum døgum. Slektskapur í máli og hugburði eiga at bera einum góðum grannalagi uppi millum londini í hesum partinum av heiminum, eisini tí var tað skilagott, at teir báðir Guðmundsson og Eldjárn vitja okkum í hesum døgum.

Fá lond í heimi hava eina søguslóð sum líkist meiri enn okkara. Á so at siga øllum mótum. Í máli, mentan og vinnu. Serliga í fimmtiárunum knýttust mong bond tjóðanna millum. Nakað eftir seinru styrjøldina fer Sjóvinnubankin út av ørvarendanum – bankin sum hevði fíggjað stóran part av fiskiflotanum – og føroyskir fiskimenn í túsundatali leitaðu til Íslands at vinna sær til dagliga breyðið. Sum beitingar- og trolaramenn. Millum mong kend trolaranøvn eru Þorkell Máni, Juni og ikki minst Goðanes, sum rendi á Flesjarnar á Tangafirði hin 2. januar í 1957. 24 menn vóru við togaranum, 23 vórðu bjargaðir, meðan 26 ára gamli skipsstjórin Pjetur Hafstein Sigurðsson sjólætst, táið togarin var so illa skipbrotin, at hann fór til botns.

Soleiðis kálvføddust mangir føroyingar við íslendska tungumálinum, dugdu tað raðið mangir, og harvið vaks eisini áhugin fyri landinum í útnorði. Eisini í miðlum okkara hoyrdust javnan tíðindi úr Íslandi, og ein sum ofta varð nevndur var Kristján Eldjárn, forseti Íslands árini frá 1968 til 1980, táið hann ikki stillaði uppaftur. Í hansara stað var vald Vigdis Finnbogadóttir. Fyrsta kvinna í heiminum, sum var vald til forseta á demokratiskum vali. Tað var hon sum á fundi í Keypmannahavn segði mær, at ein tjóð er ikki ein kvantitativ men heldur ein kvalitativ stødd, eftir at eg hevði spurt hana, um hon helt Føroyar vera ov lítlar til at taka ræði á sær sjálvum. Hetta var um aldarmótið á einum almennum fundi í donsku høvuðsborgini.

Tiltikin er telvingardysturin millum Boris Spassky og Bobby Fischer, og uppaftur kendari er fundurin í Höfða millum Ronald Reagan og Mikhail Gorbatsjov. Sambært frálíku bókini Allt frá hatti oní skó, sum fylti mær løðurnar í summarfrítíðini, so ógvaðust mong um, at hesin fundurin, millum stórveldini, skuldi vera í Reykjavík – of all places, men sambært Gennadi Gerasimov, talsmanni hjá aðalskrivara sovjetiska kommunistafloksins, var orsøkin til júst hetta geografiska valið, at: ”Í Íslandi! Har duga menn at yrkja, skriva skaldsøgur, og teir duga at telva.”

Hetta eru teir báðir sum eiga Tarsanskvæði á Vælferðarvísum. Kári p. & Þórarin Eldjárn

Ein plátuútgáva, sum gjørdist eitt rættiligt markamót í føroyskari tónlist, er tikin upp í einum ljóðkliva hjá Hljóðrita á Hafnafirði. Vælferðarvísur. Íslendingar leika ljóðførini, men fólkasangarin kári p. spælir kassaguitara og syngur og eigur plátuna, sum gjørdist ikonisk, og nú er hon farin undir húðina á øllum landsmonnum okkara. Tá hildin at vera ov vinstrahall og næstan blasfemisk av summum, men nú sita allir føroyingar og syngja somu sangir í diverse veitslum, og yrkjarin varð heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins í 2009. Størri fær tignin ikki verið.

Ein av sangunum á hesi plátu – sum upprunaliga var ein LP´pláta – er tarsanskvæði. Kári gjørdi lagið og Þórarin Eldjárn eigur yrkingina. Hon er ein av 100 kvæðum, og bæði eftirnavnið og yrkingin vaktu mín áhuga.

í frumskóginum dimma hongur tarsan niður úr trænum

og sprellar runt um sjálvan seg við greinum fast í hond

hann er sendiharri valdsins sum við revsihondum rænir

og strammar netið fastari um mergútkroystu lond

og tey svørtu hevja frælsisfløgg og tríva eftir lagnum

tí medvit teirra noktar teim at traðka seg til táls

sum tekin um hvønn sigur hongur tarsan niður úr trænum

og dinglar runt við dollarseðlum knýttum stramt um háls

Fyrsta og seinasta ørindi av fimm í eini satiriskari ritdøming av imperialismu, nýtslumentanini vestanfyri og handilsligum mekanismum.

Tað var Josef Brodsky sum helt fyri, at av øllum listargreinum er yrkingin tann, ið flýgur hægst og sær víðast. Ein góð skaldsøga er tó ikki at forsmáa. Tað hevur Einar Már av mongum prógvað. Skaldsøgur hansara hava gjørt mær stóran mun eins og aðrir íslendskir skaldsøguhøvundar. M.a. Jón Kalman Stefánsson, sum vitjaði í Glyvra kirkju fyri trimum árum síðan. Ein yndissetningur mín úr skaldskapi hansara finst í Harmur Einglanna: ”Hafi djöfullinn skapað eitthvað í Þessum heimi, fyrir utan peningana, þá er það skafrenningur uppi á fjöllum.” Harðbalnu kringumstøðurnar hjá íslendingum og føroyingum hava evnað til tvær serstakar tjóðir, stoyptar sum ongar aðrar í øldir.

Einar Már Guðmundsson

Nú veit eg, at føroyski yrkjarin Tóroddur Poulsen og Einar Már Guðmundsson kennast. Í yrkingarsavninum Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenzer eitur ein yrkingin BLESS! Í henni er márurin einar hjá guðmundi nevndur, kann ætla at tað er høvundurin sum vitjar okkum í dag.

velcome øn the bøsss to gullføss

og Þingvellir

her sita vit yvir tjúgu skøld úr øllum heraðshornum

og hoyra um heimsins bestu jøklar

goysarar og lava

meðan havkallurin og svarti deyðin

ferðast frá sessi til sess

og munni til muns

tíbetur siga summi nei takk

so meiri er til tey sum dáma

og tað oysir niður

nógv verri enn í føroyum

og so er tað at thor vilhjálmson

skjýtur upp fyri mær

at føroyar og ísland skulu leggja saman

so vit verða eitt ríki

sigi tað vera í lagi

um tórshavn verður høvuðsstaður

men so stingur márurin einar hjá guðmundi

sítt so sera væl eygnabrýnda høvur ímillum:

nei nei nei

klaksvík!

Takk fyri høvið og enn einaferð hjartaliga til lukku við fyrstu sjeytifimm árunum - Norrøna Felagið í Føroyum.

Martin Næs

Kári Sverrisson

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44