Ongi úrslit

Ein misti koyrikortið og tveir fingu klipp

Eina løtu seinnapartin í gjár var løgreglan á Skálafjørðinum har tey gjørdu ferðmátingar á Skálafjarðarvegi á syðra armi á fjørðinum. Har vórðu tríggir bilførarar tiknir upp á ein tíma. Ein koyrdi alt ov skjótt, ella heilar 129 kilometrar um tíman á einum strekki har tað var loyvt at koyra 80, so hann misti koyrikortið. Ein annar varð tikin fyri at koyra 101 á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80 og tað er akkurát nokk til at hann fær klipp í koyrikortið. Harumframt koyrdi ein bilførari 88 og á einum strekki har tað var loyvt at koyra 70 so hann fær klipp í koyrikortið. Allir hesir bilførararnir fáa eisini bót.

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

Í gjár kl. 08:12