- Eingin eigur at verða viðfarin á hendan hátt

Soleiðis sigur Sunleif Álaberg, sum av órøttum varð burturvístur frá Posta í oktober í fjør. Posta vildi vera við, at Sunleif hevði snýtt í yvirtíð, og leiðarin hjá Sunleifi hevði elt Sunleif við myndatóli. Føroya rættur er komin til ta niðurstøðu, at Posta hevur burturvíst Sunleif av órøttum, men Sunleif kennir seg illa viðfarnan av arbeiðsplássinum, sum hann hevur verið partur av í 33 ár.

Steinar Patursson
14. oktober 2021 kl. 17:30


Sunleif Álaberg hevði arbeitt hjá Postverki Føroya og síðan Posta í samfull 33 ár, tá hann brádliga varð burturvístur av arbeiðsplássinum 12. oktober í fjør.

Orsøkin, sambært Posta, var, at Sunleif hevði snýtt við yvirtíðini.

- Mánamorgun varð eg kallaður inn, og [útberingarleiðarin] rætti eitt pappír tvørtur um borðið. Eg sá, at tað var ein burturvísing. «Skriva tú undir har, tað er best fyri teg sjálvan», segði [útberingarleiðarin] og hugdi upp á meg, sigur Sunleif.

Útberingarleiðarin hevði hildið eyga við Sunleifi umvegis GPS’ara á bilinum, og eisini hevði hann elt hann við myndatóli, har hann millum annað hevði tikið myndir av honum í túninum heima hjá sær sjálvum.

Sunleif skrivaði tó ikki undir skjalið, men fór beina leið oman í Starvsfelagið, har hann gjørdi vart við støðuna.

Starvsfelagið fór í rættin við Posta, tí mett varð, at Sunleif var burturvístur av órøttum. Føroya rættur er nú komin til ta niðurstøðu, at Sunleif var burturvístur av órøttum, og at Posta í hesum sambandi skal rinda honum 252.000 krónur.

Sunleif Álaberg sigur, at tá hann varð burturvístur, stóð hann á berum. Av tí at hann varð burturvístur, fekk hann onga uppsagnarløn frá Posta, hóast hann hevði verið í starvi hjá teimum í 33 ár. Men tað, sum gjørdi ilt verri, var, at hann av somu orsøk heldur ikki kundi fáa nakað útgjald frá ALS, tí burturvísingin hevði við sær, at hann skuldi í ALS-karantenu í átta vikur.

Sunleif skilir ikki, hvussu Posta kundi ákæra hann fyri at svika við yvirtíðini, tí felagið var greitt yvir hesa yvirtíðina. Posta hevði framt broytingar í arbeiðsviðurskiftunum, sum høvdu við sær, at arbeiðstímarnir hjá Sunleifi øktust, og hóast hetta varð broytt eitt skifti, soleiðis at Sunleif fór niður aftur í tíð, fall hendan broytingin burtur aftur innan stutta tíð.

- Teir hava vita av hesum tímunum, tí tað eru teir sjálvir, ið hava lagt hetta til rættis. Hetta er vánalig leiðsla, sigur Sunleif.

Og eingin í Posta hevði nakrantíð havt hetta um yvirtímarnar á lofti við Sunleifi.

- Men burturvísing? Hevði tað verið so, at onkur hevði tikið úr kassanum ella okkurt annað kriminelt, so skilji eg, at viðkomandi kundi verðið burturvístur. Teir kundu tikið meg undir fýra eygu og spurt, hvat var galið, sigur Sunleif.

Sunleif heldur sjálvur, at okkurt annað stingur undir. Og hann hevur sjálvur eina meining um tað.

Tíggju dagar undan burturvísingini, tann 2. oktober, var starvsfólkafundur á Posta. Á fundinum vórðu starvsfólkini kunnað um millum annað nýggjar tøkniligar betringar, ið komu til Posta. Sunleif nýtti tó høvið at geva ilt av sær um vantandi mannagongdir í sambandi við upplæring og sortering á posthúsinum.

Tíggju dagar seinni varð Sunleif burturvístur, millum annað orsakað av eltingini og myndatøkunum, ið útberingarleiðarin hevði framt í døgunum beint frammanundan.

Og tað er ikki av tilvild, at hann varð sendur til húsar júst tá, sigur Sunleif.

- Hetta má opinbart vera av onkrari viðmerking, ið eg eri komin við á arbeiðsplássinum – okkurt sum eg havi sagt. Eg veit ikki, um eg havi traðkað teir yvir tærnar, sigur Sunleif, sum kortini ikki veit um, at tað skulu hava verið ring viðurskifti millum seg og útberingarleiðaran.

Sunleif sigur eisini, at hann royndi at koma í samband við leiðsluna í Posta fyri at finna ein loysn, men svarið var bert, at burturvísingin stóð við.

- Nú var eg har í 33 ár, og hetta hevði slett yvirhøvur ikki komið fyri undir gomlu skipanini. Vit hava ikki hoyrt um annað enn trupulleikar hjá Posta, síðan tað varð lagt um til alment partafelag, sigur Sunleif.

Sunleif er eisini sannførdur um, at leiðslan visti av tí, ið var farið fram við eygleiðingini og myndatøkuni, tí stjórin visti av burturvísingini sama mánamorgun, ið Sunleif varð burturvístur.

Hinvegin heldur Sunleif ikki, at nakar í leiðsluni visti, hvat tað var fyri arbeiði, sum hann gjørdi fyri Posta, og hví hann endaði við teimum yvirtímunum, sum hann gjørdi. Eingin hevði heldur áhuga í at spyrja hann um tað.

- Og so ákæra teir meg fyri at hava snýtt og burturvísa meg frá arbeiðsplássinum.

Til spurningin hvørt Sunleif hevur ætlanir um at melda tilburðin til løgregluna, svarar hann, at tað hevur hann ikki hugsað um.

Yvirhøvur kennir Sunleif seg illa viðfarnar av arbeiðsplássinum, har hann hevur starvast í 33 ár.

- Eg havi næstan ikki orð fyri tí. Tí kanst ímynda tær, ta fyrstu náttina, eg skuldi leggja meg at sova. Eg legði meg um 23 tíðina og var uppi aftur um sjey tíðina morgunin eftir. Men eg svav ikki í ein minutt.

- Eingin eigur at verða viðfarin á hendan hátt, sigur Sunleif Álaberg