Hetta seinasta árið hevur Elinborg av álvara gjørt vart við seg á tónleikapallinum. Í fjør gav hon út sína fyrstu heildarútgávu, »Í Ævir«, sum varð sera væl móttikin og setti ferð á eitt hendingaríkt ár við konsertferðum í Evropa, framførslum á fleiri festivalum og eini ferð til Mexico.
Á Faroese Music Awards 2026 fekk Elinborg heiðurin sum Ársins tónaskald, sum er ein viðurkenning fyri hennara arbeiði og serstaka íkast til føroyska tónleikalívið.
Nú bjóðar Elinborg áskoðarunum inn til nakrar serligar og inniligar konsertir, har tónleikurin verður tikin heilt inn í kjarnuna.
Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard hevur hon endurtulkað løgini úr »Í Ævir« og givið teimum nýtt lív í einum einfaldari og meira akustiskum hami, saman við strúkarum og guitar.
Hugskotið er at koma tættari upprunanum og spæla løgini, soleiðis sum tey ljóðaðu, tá ið tey vórðu skapt.
– Í hesum nýggja sniði fær tónleikurin meira rúm at anda, og samspælið millum Elinborg og teir dugnaligu tónleikararnar gevur løgunum nýggjar litir og dýpd, siga tey í tíðindaskrivi.
– Hetta verða konsertir, har sjálvur tónleikurin, løgini og frásagnin er í miðdeplinum. Tað er ein innilig og nærverandi útgáva av »Í Ævir«, har Elinborg fer heilt inn í kjarnuna av sínum egna tónleikaheimi, siga tey.
Í hesum sambandi verða fimm konsertir. Tann fyrsta konsertin verður í Hoyma í Syðrugøtu nú leygardagin. Tann 2. oktobur verður konsert á Listasavninum í Havn, 21. novembur verður konsert í Listastovuni í Miðvági, 16. januar verður konsert í Norðurlandahúsinum í Havn og seinasta konsertin í hesum umfari verður í Testovuni í Klaksvík 6. februar.