Ongi úrslit

Emil og Ási og Mattias eru nýggir

Ari í Haraldstovu er triði málverjin, og Heini Vatnsdal er aftur á landsliðnum

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Tað eru tveir nýggir landsliðsspælarar og ein, sum hevur verið lítið á landsliðnum. Tað er greitt, nú Eyðun Klakstein hevur kunngjørt, hvørjar 23 spælarar hann hevur sent boð eftir at vera við í fyrstu Nations League dystunum, sum vera um mánaðarskiftið.

Heilt nýggir á landsliðnum eru NSÍ miðvallararnir Emil Weihe Joensen og Mattias Hellisdal, og so er HB vongverjin Ási P. Dam aftur á landsliðnum. Hann hevur áður spælt tveir landsdystir.

Merkisvert er tað eisini, at B36 miðverjin Heini Vatnsdal aftur hevur fingið landsliðsboð. Tað ber við sær, at tað ikki hesa ferð er pláss fyri Arnbjørn Svensson í Víkingi og Gullbrandi Øregaard, sum annars hava verið í hópinum.

-Hesa ferð vóru allir miðverarnir tøkir. Tað er stór kapping í miðverjuni. Tá ið Heini Vatnsdal er tøkur og væl fyri, so er hann landsliðsspælari, og tað er hann nú. Tí er tað ikki pláss fyri Arnbjørn og Gullbrandi hesa ferð, men vit rokna heilt víst við, at teir koma aftur, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (ÍSL)

Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (DK)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (ITA)
Odmar Færø, KÍ
Samuel Chukwudi, SV Ried (EYS)
Heini Vatnsdal, B36
Viljormur Davidsen, NSÍ
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (SVØ)
Ási Dam, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Benjaminsen, NSÍ

Miðvallarar
Géza Dávid Turi, Grimsby Town (ENG)
Poul Kallsberg, Hillerød (DK)
Emil Weihe Joensen, NSÍ
Mattias Hellisdal, Västerås SK (SVØ)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (KAS)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (SLO)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (SVØ)

Framherjar
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, AC Horsens
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

21 tímar síðan