Ongi úrslit

Endaliga avgreitt: Nú verður bensin og diesel mvg frítt - í sjey vikur

Áki Bertholdsen
15. mai kl. 12:13

Tað er nú greitt, at hesar næstu sjey vikurnar, fram til 31.juli, verður tað mvg frítt at fylla sær tangan á bilinum við bensini ella við diesel.

Tað hevur Løgtingið endaliga samtykt í dag. Øll samgongan atkvøddu fyri, Miðflokkurin og Sjálvstýri atkvøddu ímóti ogTjóðveldi atkvøddi blankt.

Sostatt vóru 21 atkvøður fyri, tríggjar vóru ímóti og fimm atkvøður vóru blankar - og fýra tinglimir vóru ikki til staðar.

Hetta kemur í gildi tá ið lógin er lýst, og tað verður hon hvørja løtu, kanska longu seinni í dag.

Sum vit skrivaðu í áðni, heitir Bjarni Kárason Petersen, tingmaður, staðiliga á Landsstýrið at fylgja við at prísirnir eisini í roynd og veru lækka og at hesin lættin ikki bara endar sum eyka vinningur hjá oljufeløgunum.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Í gjár kl. 08:30