Hesi seinastu árini er arbeiðið at týna rottna munandi betri samskipað enn tað hevur verið. Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hana, hvussu gongur við rottutýningini her á landi.
– Tað er ein vanlig misskiljing, at tað er bara at leggja eitur, so er trupulleikin loystur, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Var tað so einfalt, var eingin rotta í Føroyum, leggur hon afturat.
– Rottutýnarar mugu eisini syrgja fyri, at okkurt verður gjørt við orsøkina til, at rotta er til staðar onkustaðni, annars flyta aðrar rottur inn eftir fáum vikum.
Eitt týðandi partur av fyribyrgingini er at forða fyri, at rotta sleppur inn í hús og bygningar
Rottutýning snýr seg ikki bara um at beina fyri einum skaðadjóri. Rotta kann bæði bera smittu, dálka matvørur og umhvørvið. og tí er hon ein vandi fyri heilsu og reinføri.
Hon kann gera stóran skaða á náttúruna, eitt nú við at taka egg og ungar hjá fugli. Harumframt kann rotta elva til fíggjarligan skaða á bygningar, leiðingar, goymslur, matvørur og vinnuligt virksemi.
Tí verður stórur dentur eisini lagdur á at fyrubyrgja rottu heldur enn bara at týna rottu. Tað verður gjørt við at førleikamenna rottutýnaar og við at samskipa arbeiðið at týna rottu.
Tá ið ein vælvirkandi skipan er komin væl áleiðis, kann eisini verða aktuelt at kanna møguleikan fyri at oyða rottuna heilt.
Men tað er bæði krevjandi og kostnaðarmikil og tí er tað ein politisk avgerð, har neyðuga fíggingin eisini kann setast av til endamálið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Landsstýriskvinnan heldur, at einar rottufríar Føroyar høvdu havt eina stóra ávirkan á fuglastovnarnar, serliga á sjófugl, men eisini á annan fugl, sum reiðrast í holum ella á øðrum støðum, har rotta sleppur framat eggum, ungum og vaksnum fugli.
Royndir úr øðrum oyggjasamfeløgum vísa, at tá rotta verður týnd, kunnu fuglastovnar koma fyri seg aftur, og fuglur kann venda aftur til øki, har hann ikki hevur reiðrast í langa tíð.
– At gera allar Føroyar rottufríar, er tó ein sera stór og krevjandi uppgáva. Tí er fyrsta stigið at fyribyrgja, at hava eftirlit, at skráseta, granska og at førleikamenna rottutýnarar - og at samstarva.
Hetta kann bæði minka um trýstið á fuglastovnarnar nú og skapa grundarlag fyri, at støða seinni kann takast til um farast skal undir at týna rottuna heilt.
– í Føroyum eru 11 rottufríar oyggjar og fýra rottufríar hólmar. Tað er avgerandi at verja hesi plássini við fyribyrging, yvirvøku og eini tilbúgving, sum kann arbeiða skjótt , tí tað er munandi lættari og bíligari at forða fyri, at rotta fær fótafesti, enn at týna hana aftur, tá hon fyrst er komin.
Einar rottufríar Føroyar høvdu ikki bara havt ávirkan á fuglastovnarnar, men eisini á burðardygdina í náttúruni og á lívfrøðiliga margfeldið.
Rotta etur alt og kann eta plantur, fræ, ber, skordýr og onnur smádjór. Hon kann tí ávirka fleiri lið í vistskipanini. Rotta hevur eisini óbeinleiðis ávirkan á náttúruna. Tá ið sjófuglastovnurin minkar, minkar tað eisini við teimum føðsluevni, sjófuglur tekur við sær upp land, og hesi føðsluevni eru við í ringrásini á landi og kunnu tí hava týdning fyri gróður og annað.
– Endaliga málið fyri fyribyrging og týning av rottu er, at Føroyar einaferð kunnu gerast rottufríar, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.