Ongi úrslit

Endaspælið er framvegis í eygsjón

FSF formaðurin heldur, at tað støðugt gongur rætta vegin við avrikunum hjá landsliðnum, sum hevur kós móti stórum endaspæli

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Klokkan 15 í dag fer fótbóltslandsliðið at spæla Nations League dyst á útivølli í Kasakstan. Dysturin verður í Astana Arena í høvuðsstaðnum Astana, og dómari verður Kristo Tohver úr Estlandi.

Talan er um heimligan vøll skilt á tann hátt, at har er graslíki. Tað verður spælt undir taki, og har er pláss fyri umleið 30 túsund áskoðarum.

Stóri dreymurin hjá føroyskum fótbólti er, at tað skal eydnast landsliðnum at vinna seg í eitt HM ella EM endaspæl. Tað hevur FSF forsetin Christian Andreasen aftur og aftur endurtikið, og eftir dystin fríggjakvøldið, tá ið tað á heimavølli endaði 1-1 ímóti favorittunum úr Slovakia, staðfesti hann aftur, at hetta er dreymurin, og at hann ikki ivast í, at tað fer at verða veruleiki.

-Avrikið ímóti Slovakia var sera gott, og tað var staðfesting av, at tað leikliga gongur rætta vegin. Umstøðurnar kring liðið eru professionellar, og á vøllinum flytur liðið seg rætta vegin. Nær tað verður, at Føroyar fara at kvalifisera seg til endaspæl, dugi eg ikki at siga, og tað er ikki treytað av, hvat úrslitið verður ímóti Kasakstan í Astana, men at vit flyta okkum fram ímóti endaspæli, haldi eg, sæst á øllum tí, sum gongur fyri seg, sigur Christian Andreasen forseti í FSF.

Úrslitið í Kasakstan í dag og í teimum báðum síðstu dystunum í Nations League, sum vera í november, er avgerandi fyri, um Føroyar framvegis fara at hava møguleika at spæla fyri at flyta upp í Nations League ella ikki. Tað hevur aftur við sær ávirkan á, hvussu flokkingin verður í EM undankappingini, sum verður frá mars og fram til november í 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

Í gjár kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27