Ongi úrslit

Enn er púra óvist hvussu verður við stórari útbygging á Landssjúkrahúsinum

Ætlanin at byggja Stenomiðstøðina oman á tann hvíta bygningin niðan ímóti vegnum, er slept
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Enn hongur nýggi bygningurin til Stenomiðstøðina á Landssjúkrahúsinum í leysari luft.

Tað varð annars mett, sum eitt risa frambrot fyri sjúklingar við diabetis, at Novo Nordisk grunnurin vildi fíggja eina Stenomiðstøð í Føroyum.

Í hesum sambandi játtaði grunnurin stuðul til raksturin, umframt at hann læt 62 milliónir í stuðuli til at byggja ein nýggjan bygning til endamálið.

Sum er húsast Stenomiðstøðin í einum hølum á Landssjúkrahúsinum, men ætlanin um at byggja ein bygning, hongur í leysari luft.

Ætlanin var annars at byggja bygningin oman á C bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum er tann lági bygningurin niðan ímóti vegnum, ímillum gomlu høvuðsinngongdina og nýggju inngongdina.

Mett varð at bygningurin skuldi kosta 62 milliónir og tað er eisini tað, Novo Nordisk grunnurin hevur játtað í stuðuli tl bygningin.

Men har hevur onkur forroknað seg alvorliga, tí nú verðir mett, at hann kosta 95 milliónir, ella 33 milliónir meiri enn upprunaliga mett.

Hava ikki bundið seg til nakað
Nú Beinta Løwe hevði sæti á tingi í nakrar dagar fyri Framsókn, nýtti hon høvi at spyrja Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu landið liggur í sambandi við bygninginum til Stenomiðstøðina.

Landsstýriskvinnan sigur, at Landsstýrið hevur ikki bundið seg til at byggja eina Stenomiðstøð sama hvør kostnaðurin er.

Hon sigur, at hon heur kunnað Novo Nordisk grunnin um støðuna og at ætlanin at byggja C-bygningin á Landssjúkrahúsinum út, er slept.

Tí ber sostatt ikki til at siga, hvussu nógv tað fer at kosta at byggja ein bygning, og hvussu hann kann fíggjast.

Tað ber heldur ikki til at siga, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa at bygningurin til Stenomiðstøðina verður nógv dýrari enn ætlað, men Eyðdis Hartmann Niclasen minnir á, at íøgukarmurin hjá landinum er avmarkaður.

– Rindar landið meiri enn upprunaliga ætlað, kann tað hava ta avleiðing, at aðrar íløguætlanir verða seinkaðar, kanska eisini íløgur í Heilsuverkinum, sigur hon.

Men í avtaluni við Novo Nordisk grunnin stendur, at verður støðin ikki bygd, fær Landsstýrið einki endurgjaldskrav frá Novo Nordisk grunninum.

– Ger landsstýrið av, at bygningurin ikki verður bygdur, endar avtalan um bygningin. Men avtalan, um at Novo Nordisk grunnurin játtar pening til rakstur og annað, heldur fram, so leingi avtalan er í gildi.

Avtalan varð skrivað undir í 2022 og er galdandi í 10 ár. Tilsamans játtar Novo Nordisk grunnurin 123 milliónir til Stenomiðstøð í Føroyum hesi árini, harav tær 62 milliónirnar vóru ætlaðar til bygningin.

Í sambandi við Stenomiðstøðina er semja ímillum Landsstýrið og Novo Nordisk grunnin, at sjúklingurin skuldi í miðdepilin.

Fólk við diabetes hava tørv á heilsustarvsfólkum við serkunnleika á nógvum ymsum økjum, eitt nú endokrinologum, eygnalæknum, nýralæknum og hjartalæknum, umframt øðrum heilsustarvsfólkum við serkunnleika í diabetis. Og tey serøkini eru øll á Landssjúkrahúsinum.

Endokrinologar eru serlæknar sjúkum, sum eru tengdar at ólagi í hormonunum, til dømis diabetes og evnaskiftissjúkur, ella stoffskiftissjúkum.

Niðurstøðan varð sostatt, at tað er best at skipa Stenø miðstøðina á Landssjúkrahúsinum og av tí sama ber heldur ikki til at leggja hana á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

Í gjár kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

Í gjár kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

Í gjár kl. 09:55

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27