Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum er sinnaður at kanna, hva kann gerast fyri at fáa bilaferðsluna eftir at glíða betri.
Fróði Magnusen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur reist málið, tí hann heldur, at sum støðan er nú, kann tað føra til óhepnar støður - ikki minst tí at summir bilar koyra nógv seinni enn loyvt er
Nýggir bilar hava skipanir, ið lesa ferðsluskelti og vísa hvat hámarksferðin er. Men tær virka ikki allar líka væl og hann hevur sjálvur royndir av, at bilurin hjá honum fleiri staðni vísir, at tað er bara loyvt at koyra 60, hóast tað er loyvt at koyra 80.
– Hetta kann serliga ávirka ferðafólk í leigubilum, sum ofta eru nýggir og hava slíka tøkni. Ferðafólk, ið ikki kenna føroysku ferðslureglurnar, kunnu tí koyra 60 har tað annars er loyvt er at koyra 80.
Hetta ávirkar eisini fyri ferðslutrygdina, tí tað kann elva til bíðirøðir, fleiri yvirhálingar og at ferðslan gongur ójavnt, sigur hann
Í grannalondunum verður greiðari skeltað, tá staðbundnar ferðavmarkingar enda og tí er tað ein spurningur um skeltingin í Føroyum eigur at verða lagað til nýggju tøknini, sigur hann.
Jacob Vestergaard sigur, at kanningar benda á, at ov nógv skelti kunnu hava við sær, at bilførarar ikki í nóg stóran mun leggja merki til tey. Hetta er ein av orsøkunum til, at bara skelti, sum eru neyðug, verða sett upp.
Sum heild eru forboðsskelti, eisini skelti sum avmarka hámarksferðina, galdandi til næsta krossveg. Tað kann tó broytast við undirskeltum sum vísa, at forboðið er galdandi á einum ávísum strekki.
– Vanliga er tað tí ikki neyðugt at seta serlig skelti upp fyri at vísa, at ein ferðavmarking er endað, sigur landsstýrismaðurin.
Næstan allir nýggir bilar hava eina skipan, sum kann vísa bilførarum, hvør hámarksferðin er á vegnum. Ein trupulleiki við hesum skipanunum er, at eingin felags loysn er og tí er ymiskt, hvørji skelti bilarnir kenna.
Í Føroyum eru fleiri serføroysk skelti, sum fleiri bilar ikki kenna, tí skipanirnar eru ikki dagførdar við føroyskum skeltum.
Av tí at skipanirnar eru so ymiskar, er ringt hjá Landsverki at loysa henda trupulleikan bara við skelting.
Nógvar skipanirnar brúka kortini á Google og ein møgulleiki er at brúka kortal.fo ístaðin. Royndir vísa tó, at tað kann verða ringt at fáa fyritøkur sum Google at leggja tílíkar upplýsingar inn í sínar skipanir.
Men kann tað tryggja, at rættir upplýsingar eru tøkir, er tað ikki óhugsandi at fingið Google at brúkt tær, sigur Jacob Vestergaard.
Hann er annars samdur í, at tað kann hava óhepnar støður við sær, at bilar koyra spakuligari enn ferðslan annars. Tí er hann sinnaður at kanna, um tørvur er á at endurskoða mannangongdina við skelting um hámarksferð.
Landsstýrismaðurin er eisini sinnaður at kanna, um tað ber til at fáa eina loysn, har talgild kort verða gjørd, sum bilaframleiðarar kunnu brúka í teirra skipanum, soleiðis at tær vísa røttu hámarksferðina í bilunum.