Tórshavnar Býráð góðtekur ikki, at Strandferðslan skal sleppa undan at rinda havnagjald, brúgvagjald og vørugjald tá ið Smyril og Teistin brúka Tórshavnar Havn. Tað var niðurstøðan eftir býráðsfund í Havn seinnapartin í gjár.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipini hjá Strandferðsluni skulu ikki longur rinda fyri at brúka kommunalar havnir.
Og í Tórshavnar býráð vísa tey á, at eisini løgfrøðingar hjá Landsstýrinum sjálvum vísa á, at hetta hevur landsstýrið ikki heimild til og at verður tað samtykt, kemur Landsstýrið undir endurgjaldskrav.
Hetta er eitt av teimum málum, har Býráðið stendur 100 prosent saman og støðan hjá býráðnum er, at hetta uppskotið skal landsstýrismaðurin taka aftur.
Eisini býráðslimirnir Fólkaflokkin, sum altso eru partamenn hjá Jacobi Vestergaard, eru óvanliga hvassorðaðir ímóti landsstýrismanninum
Hetta er beinleiðis frekt og óbúgvið tí hetta minnir um framferðina hjá´Trump og hetta líkist svartasta ongum, sigur Høgni Vilhelmsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin.
Eisini hin býráðslimurin fyri Fólkalokkin, Birgir Nielsen, sigur, at tey gera hvat tey kunnu fyri at saboterað málið og í tí sambandi hava tey tosað við løgtingslimirnir fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy fyri at fáa tey at sleppa málinum.
Eisini Annita á Fríðriksmørk, býráðslimur fyri Tjóðveldi heitir á allar býráðslimir um at tosa við síni partafólk í Løgtinginum um at fella uppskotið.
Býráðslimir eru samdir um, at skal Strandferðslan ikki longur rinda til Tórshavnar Havn, fara tey heldur ikki at tryggja Smyrli og Teistanum fast pláss í Havn.
Tróndur Sigurðsson býráðslimur fyri Kommunulistan, sigur, at so fer Tórshavnar Havn heldur at leggja seg eftir at gera útlendskum ferðafólkaskipum betri umstøður, tí tey kasta nógv meiri av sær enn Strandferðslan.
Hann sigur, at so má landsstýrið bara brúka teir pengarnar, sum er neyðugt at brúka fyri at Smyril og Teistin kunnu brúka Gomlurætt ístaðin.
– Tórshavnar Havn er ikki ein sjálvtøka og verður hetta sett í verk, kunnu vit heldur ikki tryggja at Strandferðslan altíð fær pláss í Tórshavnar Havn, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Samanumtikið hevur eitt samt býráð samtykt at senda øllum løgtingslimum eitt skriv, har tey vísa á avleiðingarnar av at seta hetta í verk.