Ongi úrslit

ES stuðlar føroyskum granskarum: Nærum 60 milliónir krónur higartil

Føroysk gransking hevur fingið 8 milliónir evrur – umleið 59,7 milliónir krónur – úr Horizon Europe, og føroyska luttøkan er vaksin støðugt.

© Evropa Kommissiónin.
Luttakararnir á fjórða felagsfundinum millum ES og Føroyar undir Horizon Europe um gransking og nýskapan.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyskir luttakarar hava higartil fingið 8 milliónir evrur, svarandi til umleið 59,7 milliónir krónur, úr granskingarskránni Horizon Europe. Talan er um 26 stuðulsjáttanir og tilsamans 35 luttøkur í verkætlanum.

Tølini vórðu løgd fram á fjórða felagsfundinum millum Føroyar og ES um gransking og nýskapan, sum varð hildin í Brússel 30. september.

Sterk føroysk serfrøði

Flestu føroysku verkætlanirnar snúgva seg um veðurlag, umhvørvi, havtilfeingi, havgransking og arktiska gransking. Sambært ES vísir hetta, at føroysk serfrøði er høgt mett á hesum økjum.

Føroyar hava verið knýttar at granskingarskráunum hjá ES síðan FP7, og luttøkan er vaksin støðugt.

Næsti fundur í Tórshavn

Á fundinum varð eisini tosað um granskingartrygd, nýskapan, granskingarumhvørvi og avbjóðingar við at fíggja og menna nýggj vinnuvirki.

Næsti felagsfundurin er ætlaður at verða í Tórshavn í 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37