Kasakstan vann eitt stig, og Føroyar taptu tvey stig. Soleiðis kendist tað, tá ið estlendski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
-Javnleikur ber við sær, at vit framvegis hava møguleika at vinna næstfremsta plássið í bólkinum, men nú er fyrsta plássið burtur, staðfesti Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í samrøðu við Kringvarp Føroya lítla løtu eftir, at dysturin i Kasakstan var liðugur, og máltalvan vísti 2-2.
- Vit eru á sigurskós, og vit vóru heilt greitt nógv betri enn mótstøðuliðið, inntil vit mistu ein mann. So kemur ófriður á liðið, og teir livna uppaftur ordiliga eina løtu og skora tvey mál. Tað haldi eg ikki var neyðugt, at teir gjørdu, segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Føroyar vóru frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Eftir horna úr høgru, sum Jóannes Bjartalíð tók sær av, var Petur Knudsen hægstur, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið. Hetta var onnur ferðin, at Petur Knudsen var málskjútti á landsliðnum. Fyrra ferðin var eisini ímóti Kasakstan. Tað var í vinadysti í Kroatia 18. november í fjør. Tá vunnu Føroyar 1-0, og tá skoraði Petur Knudsen sigursmálið í 25. minutti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddist Petur Knudsen skaddur av vøllinum.
Í dag var fyrsta løtan lítið sannførandi hjá føroyska liðnum. Eftir 1-0 leiðslumálið fingu føroyingar betri tak á tí. Fyrstu løtuna eftir steðgin var tað ikki so sannførandi, men tá ið Géza Dávid Turi í 63. minutti og við framúr skoti av brotsteigarsamankomingini í vinstru sendi bóltin upp í handara málkrókin bendi heilt nógv á, at hetta fór at verða dagurin, tá ið Føroyar vunnu landsdyst á útivølli.
Soleiðis endaði tað ikki. Stóra orsøkin, til at tað endaði 2-2, var, at Føroyar vórðu undrmannaar í 68. minutti. Tá sá Martin Agnarsson gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru tað 11 heimamenn ímóti 10 føroyingum.
Útvísingin gav heimaliðnum luft undir veingirnar, og tá ið Sergei Malyy í 68. minutti umvegis stólpan heilfluktaði bóltin í málið, gekk tað mesta fyri seg í og kring føroyska brotsteigin.
Heimamenninir høvdu ikki havt serligan brodd í álopspartinum, og tað høvdu teir framvegis ikki. Men tá ið innlegg úr vinstru varð lagt fram undir føroyska málið, snittaði vongverjin í vinstru Nuraly Alip við høvdinum bóltin omanfyri Mattias H. Lamhauge, sum var á veg fram og so var 2-2.
Frá at hava verið á sigurskós var støðan hjá føroyska liðnum nú broytt til at verja javnleikin, og tað eydnaðist. Esini tí málskjúttin Sergei Malyy fimm minuttir undan leikloki sá beinleiðis reytt kort.
Síðstu løtuna høvdu føroyingar onkrar atsóknir, sum kundu endað við máli, men úrslitið varð 2-2, og einki var at siga til tað, at føroysku spælararnir vóru vónbrotnir. Teir vóru frammanfyri 2-0, og tað endaði 2-2, og teir høvdu aðrar møguleikar at skora mál.
Kasakstan – Føroyar 2-2 (0-1)
1-0: Petur Knudsen 22.
2-0: Géza Dávid Turi 63.
2-1: Sergei Malyy 68.
2-2: Nuraly Alip 76.
Dómari: Kristo Tohver úr Estlandi
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Heini Vatnsdal (Samuel Johansen Chukwudi, 56.), Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen, Jóannes Bjartalíð, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Petur Knudsen (Viljormur Davidsen, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Emil Weihe Joensen, Jørgen Nielsen, Poul Kallsberg, Ási Dam, Aron Benjaminsen, Jann Benjaminsen og Mattias Hellisdal
Gult kort: Martin Agnarsson
Reytt kort: Martin Agnarsson 68. (2 gul)
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen