Nú tað av álvara fer at myrkja, fer minni løgreglan okkum øll á um at minnast til at brúka endurskin.
Men í hesum sambandi sigur løgreglan eisini, at nú fara tey undir eitt miðvíst ferðsluátak við skúlarnar kring landið. Í hesum sambandi fer løgreglan at geva seg til støðu við skúlarnar um ta tíðina um morgunin. tá ið børnini koma í skúla.
Tað eru heilt nógv børn, sum verða koyrd í skúla og løgreglan fer at ansa eftir, hvussu skilið er.
Tey hyggja eftir um tann, sum koyrir børnini í skúla, syrgir fyri, at børnini brúka ta kravdu trygdaútgerðina, tað er at øll sita í trygdarbelti og at tey smáu eisini sita á barnasetri.
Syrgja bilførarar ikki fyri tí - og er barnið undir 15 ár - fáa teir 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið.
Tey hyggja eisini eftir at bilførarar koyra hampiliga og at øll ansa eftir hvørjum øðrum.
Løgreglan hevur áður sagt, at eitt, tey onkuntíð síggja, er, at børn sita á barnasetrinum og í seðla, men við skúlatasku á rygginum. Tað er ógvuliga vandamikið, tí hendir ein samanstoytur, hava børnini onga nakkastúttu.