Faroe Pride fer aftur í ár at seta lit á høvuðsstaðin. Skrúðgongan verður 27. juli og fer frá Tórsvølli klokkan 16 oman á Vaglið.
Upphitingin byrjar klokkan 15 við Tórsvøll. Har verður ókeypis andlitsmáling, og fløgg verða latin luttakarunum.
Eisini ber til at keypa drykkivørur og aðrar vørur. Inntøkurnar fara til arbeiðið hjá LGBT+ Føroyum.
Tá ið skrúðgongan kemur oman á Vaglið, verður ókeypis konsert.
Varpa ljós á rættindi
LGBT+ Føroyar lýsir Faroe Pride sum ein dag, har fólk bæði fegnast um framstigini í Føroyum og varpa ljós á rættindi, sum enn mangla.
Felagsskapurin nevnir millum annað løgfrøðiligt kynsskifti og heitir á øll, sum ynskja eitt fjølbroytt, javnrætt og rúmligt samfelag, um at møta fjølment.