Ongi úrslit

FAROE5 við fullari ferð aftur

Jonhard Hammer
9 tímar síðan

Gentubólkurin FAROE5 hevur av álvara fingið vind í seglini aftur seinasta árið. Tær hava verið at hoyrt á fleiri pallum, millum annað á Lestrargonguni í Keypmannahavn, á Summar Festivalinum í Klaksvík og nú um vikuskiftið, tá tær spældu útselda konsert í OY.

Áhoyrararnir vóru sera væl við og sungu við til nærum øll løgini. Serligur fagnaður var, tá Marius DC kom á pallin sum gestur, og saman framførdu tey nýggja hittið Hjørtu Duka Kapp.

FAROE5 varð upprunaliga stovnað í 2008 við upptøkuroyndum, har leitað varð eftir røttu limunum til bólkin. Hugskotið er kent frá teimum stóru altjóða sjónvarpssangkappingunum, har nýggir tónleikabólkar verða settir saman gjøgnum upptøkuumfør. Nú, 18 ár seinni, tykist áhugin fyri bólkinum enn at vera líka stórur millum føroyskan ungdóm.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17