Ongi úrslit

Felags lønarkarmurin verður 3,86 prosent

Lønarkarmurin verður roknaður eftir produktivitetsvøkstrinum seinastu fimm árini, tað vil siga árini 2021-2025, og eftir miðal prísvøkstrinum seinastu trý árini – frá august 2023 til august 2026. Harumframt verður lønarkarmurin tillagaður eftir privata arbeiðsmarknaðinum

fmr.fo
1 tími síðan

Produktivitetsvøksturin og prísvøksturin seinastu árini eru brúkt sum grundarlag at rokna lønarkarmin út.

Felags lønarkarmurin, sum er avtalaður á almenna arbeiðsmarknaðinum, verður 3,86% komandi árið. Tað er greitt, nú tjóðarroknskapurin fyri 2025 er almannakunngjørdur.

Í februar í ár skrivaðu Fíggjarmálaráðið og 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum undir avtalu um felags lønarkarm.

Sambært hesi avtalu skal lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2026 til 30. september 2027 ásetast, tá ið tølini fyri produktivitetsvøksturin í 2025 eru tøk. Tey tølini eru tøk nú.

Seinastu árini eru grundarlag

Lønarkarmurin verður roknaður eftir produktivitetsvøkstrinum seinastu fimm árini, tað vil siga árini 2021-2025, og eftir miðal prísvøkstrinum seinastu trý árini – frá august 2023 til august 2026. Harumframt verður lønarkarmurin tillagaður eftir privata arbeiðsmarknaðinum.

Miðal produktivitetsvøksturin fyri árini 2021-2025 var 1,80%, og miðal prísvøksturin fyri 2023-2026 var eisini 1,80%. Samanlagt var miðal fyri produktivitetsvøkstur og prísvøkstur í avtalaða tíðarskeiðnum 3,60%.

Privati karmurin ávirkar

Orsøkin til, at lønarkarmurin lendir á 3,86%, er ávirkanin frá lønarkarminum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Í avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini er nevniliga ásett, at karmurin verður tillagaður við 75% av muninum millum roknaða lønarkarmin og avtalaða lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum. Tillagingin gevur hesa ferð 0,26%, sum sostatt skulu leggjast afturat roknaða lønarkarminum.

Lønarkarmurin frá 1. oktober 2027 og til avtalan fer úr gildi verður ásettur á hvørjum ári eftir sama leisti.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27