Byggifelagið FLC, sum stendur fyri arbeiðinum við Femern-tunlinum, er rakt av einum KT-tilburði. Tað váttar Sund & Bælt fyri danska kringvarpinum DR.
Enn er ógreitt, um talan er um eitt telduálop, og um tilburðurin hevur ávirkað byggiarbeiðið.
Jens Villemoes, tíðindastjóri hjá Sund & Bælt, sigur, at FLC hevur boðað felagnum frá tilburðinum.
Sund & Bælt er í sambandi við byggifelagið, men hevur fyribils ongar aðrar upplýsingar.
Ávara um álvarsamar avleiðingar
Joen Magieres, ráðgevi hjá Dansk Erhverv, ávarar um, at telduálop kunnu leggja virksemið hjá heilum fyritøkum lamið.
Hann vísir á, at KT-trygd ikki bara snýr seg um teldur og dátur, men eisini um at tryggja dagliga raksturin.
Femern-tunnilin skal knýta Rødbyhavn í Danmark og Puttgarden í Týsklandi saman. Tá tunnilin er liðugur, fer ferðin millum londini at taka sjey minuttir við toki og tíggju minuttir við bili.