– Eg haldi ikki, at børn og ung yngri enn 18 ár eiga at kunna keypa orkudrykkir. Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkinum hevur reist málið um orkudrykkir, og hon vísir á, at ein frágreiðing sigur, at 30 prosent av teimum 15 til 19 ára gomlu hava fingið hjartabankan, trupulleikar við at sova og ørilsi av at drekka orkudrykkir.
Og 15 prosent av teimum ungu siga, at tey føla seg illa til passar, tá ið tey ikki drekka orkudrykkir.
Og í hesum sambandi hevur løgtingskvinnan spurt landsstýriskvinnuna hvat hon heldur um at børn og ung, yngri enn 18 ár, kunnu keypa orkudrykkir?
Og tað heldur landsstýriskvinnan ikki, at tey eiga at sleppa. Hon vísir á, at bæði Heilsustýrið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísa á, at orkudrykkir eru ikki ætlaðir børnum, og tí mæla tey frá, at børn drekka slíkar drykkir.
Orsøkin er, at tað er so nógv koffein og sukur í teimum og hjá børnum og ungum kann hetta vera heilsuskaðiligt.
– Tá ið børn og ung drekka orkudrykkir, kunnu tey fáa ilt í búkin, høvuðpínu, vaml, tey kunnu verða órólig, fáa hjartabankan og vøddaskjálvtar, svøvnórógv og sýruskaðar á tenninar.
Børn og ung viga ikki so nógv og tá ið og tí er skjótt, at tey fáa meira koffein enn tað, ið verður mett at vera trygt, sigur landsstýriskvinnan.
Sum dømi kann nevnast, at eitt barn, ið vigar 40 kilo - tá er tað umleið 11 ár, eigur ikki at fáa meira enn 100 milligramm av koffein um dagin. Men í einum orkudrykki upp á 0,5 litur, eru vanliga 160 milligram av koffeini.
Orkudrykkir koma partvíst undir matvørur og tað er málsøkið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard. Men partvís er tað eisini ein spurningur um fólkaheilsu og tað er málsøkið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen.
Og hon sigur, at hon ætlar sær at seta seg í samband við landsstýrismannin í vinnumálum, um hvørji tiltøk vit kunnu seta í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.
Ein máti kann vera at seta 18 ára aldursmark á og at seta ávaringartekstir á orkudrykkir, umframt at fara undir ymisk kunnandi átøk.