Í summar gistu ferðafólk tilsamans 112.000 nætur á føroysku gistingarhúsunum. Tað er 10.200 ferðafólk , ella 10 prosent fleiri enn seinasta summar.
Her er talan um fólkanætur. Fólkanætur er, hvussu nógvar nætur ferðafólk gista. Gista tvey fólk í tríggjar nætur, eru hetta seks fólkanætur.
Ferðafólkatalið var eisini størri í summar enn seinasta summar. Seinasta summar vóru stívliga 38.600 ferðafólk á gistingarhúsunum kring landið, men í summar vóru tey 40.700 í tali. Tað eru 2.100 fleiri gestir enn summarið í fjør, og sostatt er vøksturin fimm prosent.
Vøksturin í fólkanætum hevur verið størri uttanfyri Suðurstreymoyar økið enn í Suðurstreymoyarøkinum í summar samanborið við í fjør, sigur Hagstovan.
Í summar vóru næstan 20.600 nætur uttanfyri Suðurstreymoyar økið. Tað eru 5.800 fleiri enn summarið í fjør og sostatt er vøksturin næstan 40 prosent. Tað er helst nýggja hotellið í Klaksvík, KG, sum hevur havt sína ávirkan á gongdina.
Í Suðurstreymoyar økinum vóru 4.400 fleiri fólkanætur samanborið við summarið í fjør, og tað er ein vøkstur upp á fimm prosent.
