Ongi úrslit

Fiska minni, men eru longri í føroyskum sjógvi: Hvat gera russisku skipini?

Russisk fiskiskip eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi, hóast veiðan minkar. Nú krevur løgtingsmaður svar um eftirlitið við skipunum og trygdina í Føroyum.

© Egor Filin / Unsplash.
Russisk fiskiskip eru fleiri dagar í føroyskum sjógvi, hóast veiðan minkar. Nú verður kravt svar um eftirlitið við skipunum og møguliga vandan fyri trygdina í Føroyum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, vil hava greiðu á, um russisk fiskiskip, sum fáa loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, kunnu vera ein hóttan móti trygdini í Føroyum.

Í skrivligum fyrispurningi til Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, setur hann spurnartekin við trygdarmetingarnar og eftirlitið við russisku skipunum.

Minni veiða – men fleiri fiskidagar

Í fyrispurninginum verður víst á, at russisk fiskiskip hava fleiri fiskidagar í føroyskum sjógvi, hóast veiðan er minkað.

Sambært tølum, sum Sjúrður Skaale hevur víst á í Norðlýsinum, minkaði veiðan úr 92.413 tonsum fyrra hálvár 2025 niður í 78.558 tons fyrra hálvár 2026. Samstundis vaks talið av fiskidøgum úr 670 upp í 722.

Sámal Petur í Grund vil tí vita, um landsstýrið hevur kannað, hví russisku skipini brúka fleiri dagar í føroyskum sjógvi, samstundis sum tey fiska minni.

Stúrir fyri trygdini kring sjókaðlar

Í fyrispurninginum verður eisini víst á upplýsingar um illgrunasama ferðslu hjá russiskum skipum nær við týdningarmiklar samskiftiskaðlar.

Løgtingsmaðurin spyr, hvussu myndugleikarnir hava eftirlit við, at skipini ikki reka annað virksemi, sum kann hótta trygdina í Føroyum.

Hann vil eisini vita, um landsstýrið ætlar at leggja størri dent á trygdina í komandi fiskivinnusamráðingum við Russland.

Í fyrispurninginum verður undirstrikað, at upplýsingarnar ikki í sjálvum sær prógva ólógligt virksemi.

Kortini verður mett, at neyðugt er at fáa greiðu á, hvussu føroyskir myndugleikar meta um trygdina og hava eftirlit við russiskum fiskiskipum.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

23 tímar síðan