Ongi úrslit

Fiskamerking á Landgrunninum: 11 toskar afturfunnið á sama staði

Nýggjar kanningar hjá Havstovuni vísa, at fleiri merktir toskar hava hildið seg á sama havøki vestan fyri Skúgvoynna í fleiri ár.

© Havstovan.
Ein merktur toskur verður sleptur aftur á sjógv. Havstovan merkti í ár 1.160 fiskar á Landgrunninum fyri at fáa betri vitan um, hvussu fiskurin ferðast.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

11 toskar, sum vórðu merktir í 2024 og 2025, eru aftur fingnir á sama staði vestan fyri Skúgvoynna.

Toskarnir vórðu fingnir undir árliga merkingartúrinum hjá Havstovuni. Átta teirra vórðu merktir í 2025 og tríggir í 2024.

Sambært Havstovuni bendir hetta á, at fiskarnir hava verið rættiliga støðufastir.

1.160 fiskar merktir

Hóast veður og onnur viðurskifti styttu merkingartúrin, eydnaðist at merkja 1.160 fiskar á Landgrunninum í ár.

Av teimum vóru 874 toskar. Harumframt vórðu hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka, havtaska og hvasskvoysa merkt.

Fiskarar kunnu vinna 12.500 krónur

Endamálið við merkingini er millum annað at fáa betri vitan um, hvussu fiskurin ferðast.

Havstovan heitir tí á fiskarar, sum fáa merktan fisk, um at boða frá og lata fiskin til kanningar.

Fiskarar fáa góðan kiloprís og finningarløn. Harumframt fáa teir lutaseðlar til árliga lutakastið um 12.500 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

22 tímar síðan